Vit skulu ikki skipa fyri tiltøkum við meiri enn 500 fólkum

Tað eru nýggjastu tilmælini frá føroyskum myndugleikum fyri at forða fyri smittuspjaðing

Hesa næstu tíðina eiga vit í Føroyum ikki at skipa fyri tiltøkum, har fleiri enn 500 fólk eru savnað.

Tað er nýggja  tilmælið frá føroyska farsóttabólkinum, sum hevur havt fund í dag um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at forða fyri, at smitta við corona-virus, fær fótafesti í Føroyum.

Dendur varð lagdur á, at talan er ikki um eini kravboð, men um eitt tilmæli.

Í Danmark hava myndugleikarnir hert tilmælini í sambandi við corona og eitt tilmæli er, at tiltøk, har yvir 1.000 fólk eru savnað, eiga at verða avlýst, ella í minsta lagið, útsett. Í fyrstu atløgu er hetta tilmælið galdandi restina av hesum mánaðinum, men tað kann verða longt.

Mælt verður eisini frá, at fólk taka í hondina á hvørjum øðrum og at fólk klemmast, tá ið tey møtast, ella mussa hvønn annan á kjálkan.

Nýggjastu tilmælini frá myndugleikunum í Føroyum, er, at teir næstu 14 dagarnir, skulu vit ikki skipa fyri tiltøkum, har yvir 500 fólk eru savnað, og heitt verður eisini á at avmarka tiltøk, har nógv eldri fólk eru savnað.

Tað næsta, stóra tiltakið, vit vita um, eru tónleikavirðislønirnar, sum verða handaðar í Norðurlandahúsinum í morgin, og so verður eisini nógvur ítróttur um vikuskiftið.