Bill Justinussen sigur, at tá ið hann setti so hart upp á at fara upp í hesa samgonguna, er tað serliga tann vinnuligi parturin, sum honum dámar væl.
- Miðflokkurin fór til val upp á, at vit skulu framleiða okkum burtur úr kreppuni og tað sæst í samgonguskjalinum
- Setningurin hjá hesi samgonguni verður at lokka meiri fisk upp á land í Føroyum við at leggja avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum.
- Ætlanin er eisini at seta pening av til fiskivinnumenning, sum er stuðul til at innflyta triðja lands fisk til føroysk virki at virka.
- Og so er tað flatskatturin, sum lækkar skattabyrðuna hjá fólki, tí tað heldur hann er neyðugt fyri at stimbra hugin at arbeiða.
Hann staðfestir eisini, at Miðflokkurin hevur eisini síni fingramerki á flatskattinum, tí hann er ikki heilt so flatur, sum Fólkaflokkurin ætlaði.
- Men tað mest týdningarmikla er, at í hesari samgongun loyva vit hvørjum øðrum at føra politikk ístaðin fyri at blokera hvønn annan.
- Fólkaflokkurin fær sett sítt hjartamál, sum er flatskatturin í verk og Sambandsflokkurin sleppur at arbeiða við sínum stórmáli, sum er at hækka ríkisveitingina.
Onki órógv
Bill Justinussen staðfestir, at Miðflokkurin hevur eisini fingið semju í samgonguni um nøkur av hjartamálum floksins, sum eru tað, vit vanliga kalla tey etisku málini.
- Í tí sambandi hava vit avtalað, at samgongan skal vera ein eind. Sostatt eru vit samd um, at vit fara ikki at lata uppskot frá andstøðuna leypa órógv á samgonguna. Tað merkir, at setir andstøðan eitt uppskot fram, sum einstakir tinglimir í samgonguni eru ímóti, skal øll samgongan vera ímóti.
Bill Justinussen sigur, at í veruleikanum hevur Miðflokkurin fingið tað burtur úr í samgonguni, at hann hevur forðað fyri at vit fara longur út eftir teirri etisku glíðibreytini, sum flokkurin fleiri ferðir hevur kallað tað.
- Men vit eru samd um, at vit røra ikki tey etisku málini. Endamálið við hesi samgonguni er ikki at kolvelta samfelagið á hasum økinum. Endamálið er koma á rættkjøl búskaparliga og tí var ongin kunstur at semjast um at lata tey etisku málini liggja.
- Vit eru samd um, at vit skulu arbeiða sum ein samgonga og ikki sum einstaklingar, sigur Bill Justinussen.
- Tí helt eg at tað hevði ógvuliga stóran týdning, at vit ikki sótu uttanfyri, leggur hann afturat.
- Vit hava verið í andstøðu ov leingi, so nú var neyðugt at koma aftur í samgongu, sigur Bill Justinussen.
Les eisini greinina: Bill setti hart ímóti hørðum.










