Vit skulu ikki lata okkum provokera

– Vit mugu læra at liva við, at Sea Shepherd filmar og stroymir grindadráp, heldur landsstýrismaður

– Vit hava einki at fjala og mugu læra at liva við, at Sea Shepherd filmar og stroymir grindadráp.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Seinastu vikurnar hava fólk frá Sea Shepherd sent beinleiðis frá grindadrápi í Føroyum – seinast í Sandavági og í Hvalba fyrr í vikuni. Blóðugu drápsmyndirnar eru sendar út í heim og fáa nógvar hvassar viðmerkingar frá fólki.

 

– Ein partur av fólkinum í heiminum heldur ikki, at vit skulu drepa grind. Summi halda eisini, at djórahald er skeivt, og at vita eiga at gevast at eta kjøt. Hetta fáa vit einki gjørt við, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann heldur ikki, at føroyingar skulu taka stig til at forða fyri upptøkum av grindadrápi, sum í løtuni er lógligt – bæði hjá føroyingum og útlendingum.

 

– Vit hava altíð tilskilað okkum rættin til at gagnnýta tilfeingið í havinum og at gera tað so burðardygt og skynsamt sum gjørligt. Tað skulu vit halda fram við, og vit hava einki at fjala við grindadrápi. Tí eigur tað ikki at nerva okkum, at upptøkur verða gjørdar, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann viðurkennir, at blóðugu myndirnar kunnu hava ávirkan á fólk.

 

– Tá ið tú sært blóð og djór, sum verða dripin, so hevur tað onkra ávirkan. Fyri nøkrum árum síðani varð ein giraffur avlívaður í djóragarði í Danmark, og tað var stórt rok burtur úr tí. Soleiðis er tað bara, sigur hann.

 

Jacob Vestergaard heldur, at grindafólk skulu lata vera við at fara í beinleiðis stríð við fólk frá Sea Shepherd.

 

– Grindafólkið skal hugsa um at avgreiða drápið sum væl sum gjørligt og hugsavna seg um tað. Vit mugu ikki lata okkum provokera og leypa framav, tí tað er ein partur av tí, sum umhvørvisfólk av hesum slagnum liva av. Tey ynskja eina konfrontatión, sum tey síðani kunnu brúka ímóti okkum, sigur Jacob Vestergaard.