- Vit skulu ikki lata okkum hótta

Fyrr í dag gjørdist greitt, at tollmálið, ið hevur verið størsta rættarmálið í Føroyum seinastu árini, loksins er liðugt, eftir at Procesbevillingsnævnet sýtti fyri umsóknini hjá René Offersen, sakførara hjá Jørgen Niclasen, um at royna málið í Hægsta rætti.


Liljan Weihe, ein av teimum fýra journalistunum, ið var stevnd av Jørgeni Niclasen, var stadd á redaktionsfundi í Kringvarpinum, tá eitt starvsfólk kom inn og fortaldi henni tíðindini. Sum vera man var fagnaður stórur, tá boðini bórust.


Sjálv kom hon í tankar um eina mynd, ið hongur á hennara skrivstovu.


- Eg havi eina mynd av Charlie Hebdo hangandi á vegginum í skrivstovuni hjá mær. Hon er ein konstant áminning um, at vit ikki skulu hóttast til tøgn. Hetta er bara ein staðfesting av, at tað skulu vit ikki. Vit skulu ikki lata okkum hótta, men gera tað, ið vit eru sett í verðina at gera, ið er kritiskan journalistikk.


Hóast trý starvsfólk í Kringvarpinum nú eru reinsað fyri allar ákærur um ærumeiðing, so væntar tíðindaleiðarin ikki, at meira verður gjørt við júst tollmálið.


- Tollmálið er liðugt dekkað. Vit fingu staðfest í Landsrættinum, at alt tað, ið vit høvdu gjørt í samband við tollmálið var rætt. Vit høvdu ført fram sannleikaprógv fyri, at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tolli, so tann staðfestingin er boygd í neon nú.


- So er spurningurin bara hvørjar avleiðingarnar verða av tí nú. Tað er ikki upp til mín at gera ein meting av tí, men nakað, ið flokkurin hjá Jørgen Niclasen og Føroya fólk mugu taka støðu til.