– Fer tað at verða stilt, deytt og myrkt í Hoydøum, verður tað harmiligt.
Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin.
Skjótt skal studentaskúlin í Hoydølum flytast í skúladepilin í Marknagili, men nú stendur kjakið um, hvat friðsæli bletturin í Hoydølum so skal brúkast til.
Í Tórshavnar Býráði eru tey ikki samd um, hvørja lagnu Hoydalar skulu fáa tá ið studentaskúlin er fluttur.
Á síðsta býráðsfundi samtykti meirilutin í býráðnum at staðfesta, at tað er ein stórum týdningi, at frílendisætlanin, sum er løgd fyri økið, verður fylgd.
Tað merkir, at tað skal ikki byggjast meiri í Hoydølum, men at tað virksemið, sum verður har, skal rúmast í húsunum, sum longu eru har, tó at teir kortini kunnu umvælast og byggjast um.
Tað merkir eisini, at lendið, har barakkirnar, sum vórðu settar upp sum ein fyribilsloysn fyri nøkrum árum síðani, skulu takast niður, og bæði lendið undir teimum, og parkeringsplássið, sum er lagt afturat, verður endurskapað.
Hinvegin hevur býráðið onga greiða meining um, hvat ítøkiligt virksemi skal verða í Hoydølum.
Men hesum var Helena Dam á Neystabø ikki samd í. Hon helt, at tað tað er stórt spell at læsa seg fastan í frílendisætlanini, tí hon er alt ov avmarkandi og tað eru hini í minnilutanum samd við henni í.
Hon heldur, at bulurin í frílendisætlanini eigur at vera varðveittur, men at tað kortini skal vera loyvt at byggja nýtt í Hoydølum, hóast tað merkir, at frílendisætlanin má broytast.
Hon hugsar sær, at eitt tilmæli kann vera at byggja nýtt Fróðskaparsetur í Hoydølum, men tað ber ikki til eftir frílendisætlanini, og tað heldur hon er sera harmiligt.
Hoydalar hava verið eitt fantastiskt útbúgvingarstað til vaksin fólk og tað kann framvegis verða ein stórur og frálíkur útbúgvingarvstovnur til vaksin fólk, sigur hon.
– Hoydalar kunnu verða heimsins mest frantastiska fróðskaparsetur, men sum støðan er nú, lata vit alt ov nógvar dyr aftur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Annars heldur hon, at tað er alskyns virksemi, sum kann verða í Hoydølum og fer tað at liggja stilt, myrkt, deytt og svart, heldur enn at vera opin fyri menning fyri býin og landið alt, verður tað harmiligt.
– Tí er tað skeivt at klamsa hurðarnar aftur, men tað er tað, sum nú hendir, sigur hon.
Eisini Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, heldur, at býráðið skjýtur seg í fótin við at vera so avmarkandi.
Hinvegin halda býráðslimir í meirilutanum í býráðnum, at er tað nakað, havnarfólk hava brúk fyri, er tað fríøki og tey duga ikki at hugsa sær, at eitt nýtt Fróðskaðparsetur fer at verða bygt hesi næstu 30 árini. Og Gunvør Balle heldur, at tað fer at krevja eitt alt ov stórt inntriv í Hoydalar at gjørt tað til Fróðskaparsetrið.
Men meirilutin í býráðnum tók ikki undir við Helenu Dam á Neystabø og tískil varð hennara uppskot felt.