Vit skulu hugsa nýtt

– Men ætli ikki at kroysta nakað út yvir høvdið á nøkrum, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, nýggjur leiðari á Visit Norðoy

Theresa Turidardóttir Kreutzmann er farin undir uppgávuna sum leiðari á Visit Norðoy.

 

– Eg søkti hetta starvi, tí hetta er nakað av tí, eg áður havi fingist við og elski at fáast við. Eg síggi eisini alskyns møguleikar í Norðoyggjum, sigur hon við Sosialin um vikuskiftið.

 

Í grundini hevur Theresa Kreutzmann arbeitt í ferðavinnuni alt lívið, burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði tá ið hon sum ung lærdi og arbeiddi í oljuvinnuni.

 

Hon heldur, at tað er neyðugt støðugt at bróta upp úr nýggjum.

 

– Tað er ein náttúrlig gongd at hugsa nýtt innan ferðavinnuna. Tí tað snýr seg um at menna tað so mikið, at tað gerst til veruligan vinnuveg, í onkrum førum spildurnýggjan vinnuveg, sum skapar arbeiðspláss. Um vit ikki hugsa av nýggjum, er tað meiri trupult at skapa nýggj arbeiðspláss, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum tó ikki ætlar at kroyst nakað niður yvir høvdið á nøkrum.

 

Longri samrøða við Theresu Kreutzmann kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.