Vakmyndatól skulu halda eyga við náttarlívinum - sum skjótast

Løgtingskvinna í samgonguni sigur, at vit skulu hava vakmyndatól upp sum skjótast

Enn einaferð hevur kjak tikið seg upp um vakmyndatól. Í fleiri ár hava bæði Tórshavnar Kommuna, og løgreglan, sett fram ynski um at fáa vakmyndatól á almennum støðum. Endamálið er bæði at fyribyrgja harðskapi, og – ikki minst at hjálpa løgregluni at uppklára harðskap.

 

Undanfarna samgonga arbeiddi við málinum um at eitt geva kommunum loyvi at seta vakmyndatól upp á almennum støðum. Men hon kom ikki á mál áðrenn val varð útskrivað. Og núverandi landsstýrismaður á økinum, Bjarni Kárason Petersen, boðaði frá í KvF hendan dagin, at hann fer ikki at halda fram við arbeiðnum.

 

Hann heldur, at tað er at ganga persónligfa frælsinum nær og hann ivast í um tað fyribyrgir harðskapi, tí tað er ofta í sinnismuni og tá hugsa fólk hvørki um vakmyndatól, ella nakað annað.

 

Men síðani hevur løgtingskvinnan, Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, gjørt vart við seg – og hon er als ikki samd við landsstýrismannin.

 

Hon sigur á Facebook, at kommunurnar skulu hava heimild til at seta vakmyndatól upp í náttarlívinum. Vit skulu gera alt tað, vit kunnu fyri at fyribyrgja harðskapi í náttarlívinum, sigur hon. Og hon leggur afturat, at vit skulu eisini gera alt fyri, at fleiri harðskapsmál verða uppklárað.

 

– Heimild til kommunurnar er neyðug og skal útvegast sum skjótast, sigur hon.

 

Landsstýrismaðurin var kortini ikki púra avgjørdur í KvF, tí hann segði, at hann fer at seta seg inn í tørvin, og um tað kann forvarast at seta vakmyndatól upp. Hann sigur eisini, at hansara uppgáva er at útinna politiska viljan og er tað viljin hjá samgonguni, at tað skal vera loyvt at seta vakmyndatól upp, fer hann at arbeiða víðari við málinum.