Vit skulu hava umhvørvismálaráð

Á Trapputingi í Miðlahúsinum í kvøld, eru Tjóðveldið og Fólkaflokkurin ósamd um, hvussu umhvørvismálini skulu skipast. Fundurin verður beinleiðis sendur á Rás 2 Tá ið nýtt landsstýrið verður skipað eftir løgtingsvalið um eina góða viku, skulu vit eisini hava eitt serligt umhvørvismálaráð.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, valevni fyri Tjóðveldi

Hon sigur, at Føroyar eru á einum vegamóti, men higartil hava vit ikki tikið umhvørvið í nóg stórum álvara og nóg nógv av pengum er ikki sett av.

Hon sigur, at umhvørvið og búskaparvøkstur eru óloysiliga samantengd og krøv fara at verða sett til, at okkara framleiðsla er umhvørvisvinarliga framleitt.

Hesin er Fólkaflokkurin ikki heilt samdur í, tí Heðin Zachariasen heldur, at umhvørvismálini kunnu klárast í innlendismálaráðnum, saman við øðrum málsøkjum.