Vit skulu hava pensjónirnar heim

Fíggjarmálaráðharrin, Jóannes Eidesgaard, hevur eitt hugskot um, at eitt føroyskt realkredittfelag verður gjørt. – Í løtuni verða føroysku pensjónsirnar nýttar at fíggja húsalán í Danmark. Tað skuldi verið gjørligt at gera eitt føroyskt realkredittfelag, soleiðis, at mann á tann hátt fær skapt betri fyritreytir fyri bankarnar her, sigur Jóannes Eidesgaard

Jóannes Eidesgaard metir tað vera óheppið, at føroyskar pensjónir í løtuni verða nýttar til at fíggja donsk húsalán. Hann hevur eitt hugskot um, at eitt føroyskt realkredittfelag skal setast á stovn, soleiðis, at bankarnir í framtíðini kunnu nýta sína orku til at fíggja vinnulívið.

- Í løtuni er tørført hjá bankunum, at veita fígging. Tí haldi eg tað vera óheppið, at okkara pensjónir í løtuni eru í realkredittfeløgum í Danmark, men sum er, sær tað út til, at tað er mest attraktivt at hava peningin uttanlands, tí har er hann tryggur og gevur rímiligt avkast, metir fíggjarmálaráðharrin.


Meira til vinnuna

Fyri at halda samfelagnum gangandi er tørvur á kapitali til vinnuna.

- Við hesum realkredittfelagið skuldi tað verið gjørligt, at nýta hendan pening til húsalán, soleiðis at bankarnir kunnu vera avlastaðir eitt sindur har. Á tann hátt er gjørligt hjá bankunum at nýta meira orku upp á vinnuna, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.

Hetta er tó ikki nakað, ið skal gerast í óðum verkum, metir Jóannes Eidesgaard. Hann leggur afturat, at mann ikki kann tvinga pening nakran veg, men við hesum realkredittfelagið, skuldi verið gjørligt at skapt rammur, ið kundu viðført at meiri peningur kundi nýtast her.