Tann 27. og 28 mai var stór ráðstevna um javnstøðu í Norðurlandahúsinum. Millum luttakararmar var Erika Hayfield, sum er Ph.d og granskar á Fróðskaparsetrinum.
Hom heldur, at tað er greitt eftir ráðstevnuna, at vit eiga at hava markaðan barsil til pápar.
- Tað vísir seg, at tað einasta, sum riggar er markaður barsil. Hetta hongur saman við, at okkara mentan er so mikið bundin at siðsøguligari áskoðan á, hvat menn eiga at gera, og hvat kvinnur eiga at gera, at tað snøgt sagt er for ringt hjá monnum, at biðja um barsil, heldur Erika Hayfield.
- Pápar hava rætt til at vera saman við sínum børnum, og teir hava rætt til at fáa barsil. Kanningar vísa, at tað í stóran mun eru kvinnur, sum halda, at tað ikki ber til hjá monnum at vera á barsil, men menninir sjálvir halda ikki so nógvar forðringar vera, sigur Erika Hayfield.
Hon heldur, at íslendska skipanin, sum er tríggir mánaðir markaðir til mammuna, tríggir markaðir til pápan og tríggir at deila, er ein góð skipan.
- Vit vita, at tað er tað besta fyri barnið, tað skapar javnstøðu í heiminum og somuleiðis á arbeiðsmarknaðinum, so vit eiga at hyggja uppá, hvussu vit kunnu gera eina skipan, sum er liðilig nokk til at rigga, sigur Erika Hayfield.
Eitt líknandi uppskot var frammi í Danmark, men stjórnin hjá Helle Thorning Schmidt gjørdi av ikki at gjøgnumføra tað við tí grundgeving, at vandi var fyri, at barnið misti tíð við foreldrunum.
Um páparnir ikki taka markaðan barsilin, fellur hann burtur, og so hevur mamman bert seks mánaðir eftir íslendsku skipanini.