Vit skulu hava heitini maður og kvinna aftur í vígslubrævið og í hjúnabandsbókina. Tað siga fleiri umboð fyri samgonguna, nú Løgtingið viðgerð hjúnabandslógina.
Í hesum sambandi er tað komið fram, at bæði vígslubrævið, og hjúnabandsbókin, eru broytt, so at heitini kvinna og maður ikki eru til longur, tí nú standa bara nøvnini á teimum giftu í vígslubrævinum og í sjálvari hjúnabandsbókini eitur tað nú maki 1 og maki 2. Hetta er hent eftir at hjúnabandslógin varð broytt, soleiðis at eisini samkynd kunnu giftast borgarliga.
Jógvan á Lakjuni hevur reist málið fyri at fáa tað váttað, og tað hevur hann fingið frá landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg.
Trýst HER og les, hvat Sirið Stenberg hevur at siga um hetta
Men Sirið Stenberg ger eisini greitt, at tað eigur at verða broytt og hon sigur, at tað heldur Eyðgunn Samuelsen, sum nú umsitur málsøkið, eisini. Eisini Annita á Fríðriksmørk er samd í, at viglubræv og hjúnabandsbókin skulu broytast aftur, so at vit aftur fara at brúka heitið maður og kvinna.
Og hon váttar eisini, at hon hevur fingið tað at vita frá Eyðunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í familjumálum, at ætlanin er at broyta tað. Hon væntar eisini, at tað fer at bera til hjá teimum, sum eru kallað maki 1 og maki 2, at fáa eitt tað broytt.
Annita á Fríðriksmørk heldur, at tað er ein serstaklina óromantiskur máti at nevna eini nýgift hjún maki 1 og maki 2. Men hon heldur eisini, at tað somuleiðis er við til at fjala útyvir ymiskleikan í samfelagnum, og tí skulu vit hava heitini maður og kvinna aftur í vígslubrævið og hjúnabandsbókina og samstundis skulu vit hava vígslubræv til samkynd hjún.
Tey í andstøðuni siga, at hetta váttar bara tað, tey alla tíðina hava ført fram um, at broytingin í hjúnabandslógini eisini fór at ávirka kirkjuliga hjúnabandið, tí nú er størsti sáttmálin, fólk kunnu gera ímillum sín, nevniliga tað heilaga hjúnabandið, reduseraður til ein búfelagsskap, sum Jógvan á Lakjuni tók til.
Hann sigur, at tað djúpari endamálið við øllum hesum er at gera samfelagið kynsneutral, tí soleiðis vil LGBT hava tað, og tað arbeiða politikarar eftir.










