– Høvuðsendamálið við nýggju ferðslutrygdarætlanini er, at fram til 2027 skal talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða minkast við 30 prosentum í mun til tølini fyri 2018, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.
Hon vísir á, at ein ferðslutrygdarætlan eigur at vera ítøkilig, og at tað skal bera til at máta og fáa ítøkilig úrslit, sum borast kann víðari í.
– Vit eiga at granska tey álvarsligu ferðsluóhappini, har fólk fáa álvarsligar løstir og doyggja. Har kunnu fakpersónar av øllum møguligum slag granska í, hvat tað var, sum hendi, og hví endaði tað sum tað gjørdi við tí fyri eyga at forða at líknandi vanlukkur henda, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.
Hon viðurkennir, at málini kunnu vera eym, men heldur tað tó hava størri týdning at finna fram til orsøkina.
– Tað kann sjálvandi vera eymt, og tað er møguliga orsøkin til, at skaðakanningarnevndin ikki er komin fyrr. Í Íslandi kunnger ein skaðakanningarnevnd allar persónsupplýsingarnar, men vit kundu kanska kunngjørt tað á ein tílíkan hátt, at allir persónsupplýsingarnir ikki vera almennir. Men vit meta, at atlitini at finna út av, hví ein ferðsluvanlukka hendir, og hvat møguliga kann gerast, so líknandi vanlukka ikki hendir aftur, vigar tyngri enn atlitini til persónligu viðurskiftini, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
##med2##
Í nýggju ferðslutrygdarætlanini eru tilsamans 70 tilmæli.
Tað eru trý høvuðstilmæli, ið hava alstóran týdning. Tey eru, at seta eina skaðakanningarnevnd, at fáa nágreiniligari ferðsluhagtøl og at endurskoða ferðslutrygdarætlanina javnan.
Fyri at røkka málunum við ferðslutrygdarætlanini eru átta fokusøkir. Tey eru:
- Ov nógv ferð
- Rúsdrekka, rúsevni og heilivágur
- Gáloysni
- Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi
- Bleyt ferðsla (fólk tilgongu, fólk á súkklu og fólk á prutli)
- Ungir bilførarar frá 18-24 ár
- Stakóhapp og møtióhapp
- Ferðafólk
Málsetningar eru eisini settir fyri hvørt øki. Og fremsti málsetningur er at minka um óhappini við fólkaskaða við 30 prosentum, so at tað í mesta lagi verða 21 óhapp við fólkaskaða, tá ið vit eru komin fram til 2027.
Løgreglan skrásetir allar ferðsluvanlukkur við og uttan fólkaskaða.