Eg fari í næstum, at leggja uppskot fram fyri Tórshavnar kommunu, um at útlendingar sum búgva og arbeiða í Tórshavnar kommunu, skulu fáa høvi at læra um føroysk viðurskifti t.e. mentan og søga .
Sum nú er ber til, at fáa undirvísing á Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla í føroyskum fyri tilflytarar og tað er at frøast um.
Men her vantar skipan og greiður politikkur á økinum, bæði frá land og kommunu.
Men tað er ikki bara í Tórshavn, at vit hava nýføroyingar. Her eiga land og kommunur at skipað ein felags politikk fyri allar nýføroyingar og allar Føroyar.
Sum nú er, hava vit fleiri útlendingar sum búgva og arbeiða í Føroyum og serliga her í høvuðsstaðnum, men teir hava ikki somu rættindum sum øll onnur.
Aðrastaðni rundan um okkum, hava bæði land og kommunur orða ein politikk um integratión. Men enn hava vit í Føroyum:
1.onga útlendingalóg
2.onga integratiónslóg
3.onga integratiónsætlan
4.ongan politikk á økinum
Hetta er púra burturvið og má rættast uppá frá politiskari síðu. Vit hava øll krav uppá líkarætt og somu rættindir í Føroyum.
Eg havi sjálvur arbeitt í fleiri ár hjá Danska Reyða Krossi, “asyl afdeling”, við skipaðum integratión politikki, har møtið millum 2 mentanir vóru/eru høgt raðfest.
Nú er fínur møguleiki, at gera okkurt við hetta málið, soleiðis at øll eru líka stillaði her í Føroyum.
GG. Lat meg enda við at endurgeva hetta frá einari ritgerð hjá mær um integratión “ At føle sige udenfor er svært – at være udenfor er værre”










