Vit skulu halda fast

Jógvan Arge mælir frá ætlanini um at leggja musikkskúlan og Tjóðpallin saman

 

- Vit skulu halda fast við tær ætlanina hjá kommununi um at byggja Musikkskúlan 

 

Tað heldur Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi.

 

Hann vísir á, at samskifti hevur nú verið ímillum Mentamálaráðið og umsitingina í Býráðnum um at samantvinna ætlaða Tjóðpallin hjá landinum, og ætlaða Musikkskúlan hjá kommununi í eini felags bygging.

 

- Eg trúgvi ikki eitt fimmoyra upp á húsaloysnir saman við landsstýrinum, staðfestir Jógvan Arge.

 

Hann heldur, at tað er besta dømi um hetta er Venjingsrskúlin.

 

- Har eru skúlabørnini teir stóru tapararnir, tí tað hevur ikki borið til at fingið eitt líkinda samarbeiði millum báðar eigararnar, landið og kommununa, um at halda og dagføra skúlan.

 

- Verður eitt mix nú gjørt burtur úr Tjóðpalli og Musikkskúla, sum hoyra til hvør sín myndugleika, er greitt, at útlitini fyri nýggjum arbeiðsumstøðum til Musikkskúlan og hansara næmingar verða skotin langt fram í tíðina, sigur Jógvan Arge

 

- So míni ráð eru at halda fast við tær ætlanir, sum eru lagdar um tann kommunala Musikkskúlan, leggur hann afturat.

 

Les øll sjónarmiðini hjá Jógvan Arge við at TRÝSTA HER