Vit skulu gjalda lægri skatt av lønarinntøku

Av tí at skattastigin ikki er broyttu síðstu 8 árini er skattatrýstið á lønarinntøkuna støðugt hækkað, sigur Fíggjarmálaráðið

Skattastigin hevur verið óbroyttur síðstu 8 árini. Lønirnar eru harafturímóti hækkaðar 20% (roknað eftir lønarvísitalinum hjá lønardeildini, har 2016 = 162,7 og 2023 = 195,24). Tí er skattatrýstið á lønarinntøku støðugt hækkað, og alsamt fleiri lønmóttakarar rinda hægri skatt á síðst vunnu krónuna. Ein høgur skattur á síðst vunnu krónu er serliga avlagandi og dýrt fyri samfelagið.

 

Skattalættin verður tí latin soleiðis, at stóra fjøldin av miðalløntum rindar lægri skatt av síðst vunnu krónuni. Við hesum fer betur at loysa seg at arbeiða fulla tíð ella at taka eina eyka vakt. Fyri at hægstu inntøkurnar ikki skulu hava líka stóran skattalætta verða ovasta stigini í skattastiganum flutt niður.

 

Skotið verður upp, at inntøkuskatturin verður broyttur soleiðis:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Myndin niðanfyri vísir inntøkubýtið hjá monnum og kvinnum millum 25 og 66 ár. Myndin vísir, at menn í miðal forvinna væl meira enn kvinnur, og at stóra fjøldin av monnum og kvinnum forvinna yvir 300.000 krónur. Hetta merkir, at skatturin á síðst vunnu krónuna er omanfyri 50% fyri hesi fólk (íroknað kommunuskatt og sosial gjøld).

 

##med5##

 

Myndin omanfyri vísir tal av húskjum við tveimum vaksnum millum 25 og 65 ár, býtt eftir inntøku.

 

Myndin vísir, at í flestu húskjum forvinnur makin við hægru inntøkuni millum 450.000 kr. og 650.000 kr., meðan hin makin ofta hevur eina væl lægri inntøku. Skattaumskipanin kemur tí at koma flest øllum húskjum til góðar. Serliga fara láglønt at fáa lægri skatt á síðst vunnu krónuna. Á tann hátt ber til at innrætta ein skattalætta, sum ikki er ov kostnaðarmikil, ikki veksur um ójavnan og minkar um skaðiligu avleiðingar av høgum markskatti (skatti á síðst vunnu krónuna).

 

Skattaumskipanin fer væntandi at økja um arbeiðsútboðið í teimum geirum, har stórur tørvur er á arbeiðsmegi. Millum annað innan umsorganarøkið, har stórur partur av starvsfólkunum arbeiðir niðursetta tíð.

 

Tá skatturin á síðst vunnu krónuna lækkar 5%-stig, svarar tað til, at heilsuhjálparin, sum tekur eina eyka vakt, fer 10% upp í løn av tí eyka vaktini.