Vit skulu gevast at brúka koronupass

Ein tingmaður fyri Sambandsflokkin gongur ímóti sínum egna løgmanni

Samgongan verður ofta átalað fyri at hava fleiri tungur í sama heysi í samandi við koronu. Hóast landsstýrið hevur nøkur almenn tilmæli, eru tað nevniliga fleiri politikarar í samgonguni, sum sáa iva um tey. Fyrst kunnugjørdi Jenis av Rana, landsstýrsmaður, at hann vildi ikki lata seg koppseta, sum støðan var tá, og síðani hava aðrir politikarar eisini sátt iva um bæði eitt og annað.

 

Og í dag mælir Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, til, at vit skulu gevast at brúka koronupass. Sostatt talar hann beint ímóti tilmælinum hjá sínum egna løgmanni.  

 

Í eini fráboðan í dag sigur hann, at hetta er eitt politiskt sjónarmið hann hevur. Og hann heldur ikki, at tað er vert at skerja frælsið hjá fólki, og samstundis at leggja eina eftirlitsmentan niður í fólk, sum ongin okkara dámar. Flestu matstovurnar fylgja ikki kravinum um koronupass - helst tí, at starvsfólkini ikki tíma at fáast við tað, sigur hann 

 

Hann ivast eisini í hvørja nyttu koronupassið ger, umframt at tað er sera dýrt fyri landskassan, tá ið nógv fólk skulu kanna seg annan hvønn dag – og her er talan um fólk, sum eru frísk og sum ikki hava verið í samband við nakran sjúkan.

 

Tvørtur ímóti mælir hann til, at fólk kanna seg sjálvi, tí tær royndirnar, sum nú fáast til keyps, eru meira enn 99 prosent eftirfarandi. Eg vil mæla til, at vit gera hesar nógv bíligari við at apotekið seljir tær mvg fríar og uttan yvirskot, sigur hann. Hví ikki selja hesa útgerðina á Apotekinum fyri 20 krónur stykkið, spyr hann.

 

– Hetta hevði havt við sær, at nógv færri fólk høvdu kannað seg á Landssjúkrahúsinum, har vit í løtuni gjalda yvir 300 krónur fyri hvørja kanning. Tað hevði spart borgarunum nógva tíð og mann hevði fingið svarini beinanvegin. Í løtuni ganga fólk og bíða ein heilan dag eftir svari - tí tey kanska kunnu smitta onnur og tí mann kanska ikki kann fara til arbeiðis, heldur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.

 

Samstundis er hann sannførdur um, at tað var ein stórur brølari av farsóttarnevndini at gevast at kanna øll, sum koma til Føroyar. So leingi vit kannaðu við markið, kláraðu vit rættuliga væl at halda koronu burtur - og tá ið nakrir fáir sjúkutilburðir taka seg upp, kláraðu vit eisini væl at steðga tí aftur. 

 

 

 

Nú kann vit bara tey, sum ikki eru koppsett, ella eini 10 prosent av ferðafólkunum, men vit vita, at nógv fólk, sum eru koppsett, kunnu bera smittuna við sær.