- Verður undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy bygdur soleiðis sum samgongan vil, fara føroysku skattgjaldararnir at leggja 800 milliónir í lumman á útlendskum íleggjarum og bankum.
Soleiðis ljóðar ávaringin hjá Aksel V. Johannesen, formanni Javnaðarfloksins, á landsstevnuni hjá flokkinum leygarmorgun.
Hann ásannar, at eitt vælútbygt veganet, og góð skip at røkja sjóvegis sambandið ímillum oyggjarnar, hava verið grundarlagið fyri nýtímansgerðini av føroyska samfelagnum.
Byggjast við skili
Aksel V. Johannesen staðfestir, at nú standa vit á gáttini til tvær av teimum allarstørstu útbyggingunum í Føroya søgu og í hesum sambandi hevur Javnaðarflokkurin eina greiða støðu, sigur floksformaðurin.
- Sjálvandi skulu vit byggja undirsjóvartunnil til Sandoy og sjálvandi skulu vit byggja ein Eysturoyartunnil.
- Men lat okkum gera tað við skili, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at eitt einfalt roknistykki frá Landsverk vísir, at lata vit privat byggja Eysturoyartunnilin, verður tað 40% dýrari at koyra ígjøgnum tunnilin.
Í einum 20 ára skeiði svarar hetta til heilar 800 milliónir krónur og tað er alt peningur, sum enda í lummunum á útlendskum íløgufeløgum og bankum.
Aksel V. Johannesen sigur, at hesar 800 milliónirnar krónur kundu vit brúkt í Føroyum at útbygt samferðslukervið enn meira við.
Hann sigur, at stóru verkætlanirnar, sum eru fyri framman, krevja dirvi til at hugsa í øðrvísi mátum at fíggja okkara samferðslukervi upp á.
Hann sigur, at Javnaðarflokkurin vil hava eina samhaldsfasta skipan, har øll, sum brúka vegakervið, eru við at rinda fyri hesar stóru íløgur.
Sostatt sær hann eina framtíð fyri sær, har tú kanst ferðast av Syðradali á Kalsoynni suður á Tvøroyri - og bert rinda eitt gjald.
- Hetta krevur at vit knýta alt veganetið, undirsjóvartunlar og skipini hjá Strandferðsluni saman í eina eind.
Men afturfyri fer tað at elva til flytiføri virksemi í samfelagnum við heilt nýggjum møguleikum at sameina familjulív og arbeiðslív, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Greið boð
Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava, at flokkurin skal taka eina púra greiða støðu til Sandoyartunlinum.
Hann tekur undir við at savna allar tunlar í eitt felag og at brúka inntøkur av tunlunum norðanfyri til at fíggja Sandoyartunnil og aðrar útbyggingar við.
- Tann ætlanin er løgd á ís, men Javnaðarflokkurin eigur at boða greitt frá, hvørja støðu, flokkurin hevur, sigur Gerhard Lognberg.
Hinvegin hildu onnur javnaðarfólk, at ta greiðu fráðboðanina hevði Gerhard Lognberg longu fingið.
Tað vóru enntá tey javnaðarfólk sum halda, at Sandoyartunnilin eigur at verða gjørdur áðrenn Eysturoyartunnilin, tí Eysturoyggin hevur fast samband, men tað hava sandoyingar ikki.
LES EISINI GREININA: Taka seg úr samstarvinum um nýggja pensjónsskipan
LES EISINI GREININA: Javnaðarflokkurin útihýsir samgongu við Fólkaflokkin