Vit skulu brúka bæði písk og gularót

Føroyingar skulu bæði eggjast og tvingast til at leggja um til grøna orku

Nú er neyðugt, at politikarar leggja upp í, fyri at fáa føroyingar at halda uppat at brúka olju, og at leggja um til grøna orku ístaðin.

Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum.

Í morgun hevur hann lagt eina frágreiðing fyri løgtingið um, hvussu orkuveitingin skal skipast í Føroyum framyvir.

Hann staðsfestir, at í Føroyum hava politikarar at kalla ikki blanda seg upp í, hvussu orkutørvurin hjá føroyingum verður nøktaður.

Men har má broyting kom í, heldur hann.

- Skal veruligur framburður henda, er neyðugt við polituskum átøkum og her skal brúkast bæði gularót og pískur.

Hann sigur, at onkrar skipanir, sum kunnu setast í verk, er broytiligir elprísir og at stuðla grønari orkutøkni, ella gera hana avgjaldsfría.

Men so missur landskassin inntøkur, samsundis um at stuðulsskipanir økja um útreiðslurnar hjá landskassanum.

- Er politiska skipanin sinnað at gera hitapumpur og elbilar mvg fríar? Eru vit sinnað at frásiga okkum inntøkur nú, fyri at fáa tær aftur seinni.

Tað eru tveir spurningar, Johan Dahl vil hava løgtingið at taka støðu til.

 

Hann vísir á, at ein møguleiki er eisini at seta eyka avgjald á oljufýr fyri at gera tey dýrari.

Sjálvur heldur hann, at tað hevði verið skilagott – serliga um øktu inntøkurnar kundu verið nýttar til at gera grønar orkuskipanir bíligari.

 

- Eru føroyskir politikarar sinnaðir til at seta forboð móti oljufýrum í nýggjum húsum og bygningum, spyr landsstýrismaðurin?

 

Hann sigur, at fleiri av okkara grannalondum hava longu sett slík forboð í gildi.

- Tað ber væl til at laga nýbygningar til at nýta grøna upphiting burturav, eitt nú hitapumpur og fjarhita.

 

Johan Dahl sigur, at higartil hevur hann ikki fingið politiska undirtøku fyri at seta skipanir í verk fyri at eggja til at brúka grøna orku, millum annað hitapumpur og elbilar.

 

- Hóast útrokningar vísa, at slíkar skipanir eru gagnligar fyri samfelagsbúskapin, tykist tann avmarkaði kostnaðurin fyri landskassan at viga tyngri enn gagnið fyri føroyska brúkaran og føroyska búskapin.

 

- Tað er sera óheppið,  tí útrokningar vísa, at tað snøgt sagt ikki loysir seg at lata vera við at leggja um til grøna orku, sigur Johan Dahl.