Nógv hevur verið tosað og skrivað um teir nógvu týskararnar, sum eru komnir til Føroya seinastu dagarnar. Løgreglan hevur eisini roynt at fyrireika seg so væl sum gjørligt at taka ímóti týsku áskoðarunum. Sum liður í fyrireikingunum, hevur løgreglan havt fundir við hvørja einstaka barr í høvuðsstaðnum.
Ein av vælvitjaðu barrstøðunum er Cleopatra, sum liggur mitt í miðbýnum. Leiðarin á Cleopatra, Nordin Manai, sigur, at starvsfólkið er so væl fyrireika sum gjørligt til týsku áskoðararnar. - Vit hava nokk av fólki til arbeiðis hesar dagarnar, og tey hava fingið greitt at vita frá løgregluni, hvussu tey skulu fyrihalda seg, sigur Nordin Manai.
Tá vit spyrja hann, um hvussu starvsfólkini skulu fyrihalda seg, um ein ein stór fjøld fer til hendurs, svarar leiðarin á Cleopatra, at tey fyrst og fremst skulu verða blíð, og um tað ikki gongur, so kunnu tey ringja eftir fólkið frá øðrum klubbum og í seinasta lagi skal løgreglan boðsendast.
Tá vit at enda spyrja Nordin, um hann væntar at fáa umseting komandi dagarnar, svarar hann, at vanliga vitja nógvir fótbóltsáskoðarar Cleopatra í samband við landsdystir, og hann vónar hann so verður eisini hesaferð.










