Vit skulu avrika okkara besta

- Vit ætla at rógva okkara persónliga besta, sigur Búgvi Poulsen, sum er ein av innirógvarunum í HM-kapping í Boston

Seks føroyingar verða við í HM-kapping í inniróðri, sum verður hildin í Boston í USA um vikuskiftið.

Mánadagin fóru føroysku luttakararnir til USA, og hesa vikuna hava tey fyrireikað seg til kappingina.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Búgva Poulsen, sum er ein av rógvarunum.