Vit skulu allir verða upp á tað besta

Venjarin heldur avgjørt, at tað ber til at fáa eitt gott úrslit í kvøld

Hetta er eitt gott lið, men eg haldi kortini, at føroysk lið hava møtt sterkari mótstøðu enn hesari. Tað sigur Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, við FM1.

 

Í kvøld klokkan 18 spælir Víkingur fyrra dystin í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.  Dysturin verður á Tórsvølli móti slovakiska liðnum, FC DAC 1904 Dunajská Streda. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 17.50. In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Venjarin sigur, at víkingur hevur at kalla allar mans klárar til dystin í kvøld.  Tað er bara Aron Jarnskor Ellingsgaard, sum er skaddur, men annars eru allir mans til taks. Hann sigur, at mótstøðuliðið sær út til at vera eitt gott lið, men hann heldur kortini, at føroysk lið hava møtt sterkari mótstøðu enn hesari.

 

Tískil heldur hann avgjørt, at gøtumenn hava ein møguleika, men tað krevst, at allir mans spæla tað besta, teir duga. Hann væntar, at mótstøðuliðið fer at hava bóltin mest, men Víkingur má so vera til reiðar at taka av møguleikanum, tá ið teir fáa hann.

 

Hann vónar, at tað verður nógv fólk á Tórsvølli at stuðla Víkingum í kvøld.