##med2##
Fólkaflokkurin skal aftur verða ein av teimum stóru flokkunum. Tað er endamálið hjá nýggja formanninum, Christiani Andreasen. Ikki tí Fólkaflokkurin er størsti flokkur á Løgtingi við átta tinglimum, men ósemja og ófriður innanfloks um rættindi til samkynd, um landsstýrisfólk, sum fóru frá, hava fillað flokkin sundur, í hvussu so er í veljarakanning, har hann er minkaður niður í helvt. Og tað hevur ikki gjørt støðuna frægari, at floksformaðurin, Jørgen Niclasen, varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Tí skuldi flokkurin hava nýggjan formann, og nývaldi formaðurin segði við tíðindini á FM1, at nú formansvalið er avgreitt, er friður innanfloks, so nú skulu tey finna stevið aftur. Nýggi formaðurin sigur, at nú ræður um at seta tey tiltøk í verk, sum eru eftir at fremja eftir samgonguskjalinum og annars skal flokkurin brynjast til næsta løgtingsval.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr nývalda formannin greiða frá á FM1.