Vit skuldu bara vinna

Hanus Thorleifsson var væl nøgdur við, at B36 hevði vunnið dystin í Gøtu, og harvið hevði tryggjað sær bronsumerkini.
- Vit spældu um bronsuna, men tað er ikki akkurát tað sama, sum at spæla um FM-heitið, og tí hevði dysturin ikki størri týdning enn eitt vist. Men vit vildu sjálvsagt vinna dystin, og tað kláraðu vit. Vit vildu bara hava dystin lidnan og vinna øll trý stigini, segði Hanus.
- Bæði liðini royndu at vinna dystin, men eg haldi, at tað var í lagi, at vit vunnu. Samanumtikið vóru vit tað betra liðið. Teir høvdu nakrar møguleikar at skora, men vit høvdu helst fleiri møguleikar enn teir, segði Hanus Thorleifsson.