Vit skriva: Ung og dansur

Ung og dansur

Tað letur til, at tað er sera trupult at fáa nakað diskotek ella dans fyri tey ungu undir 18 ár upp á beinini yvirhøvur í Føroyum. Um vit nú hyggja at støðuni hjá teimum ungu í trimum teimum størst kommununum í landinum.
Í høvuðsstaðnum hevur ungdómurin havt Badmintonhøllina, har dansur av og á hevur verið, men er hetta farið í søguna nú, tí nú er forboð sett fyri at hava dans eftir klokkan tvey. Fyrireikararnir met a ikki, at tað er grundarlag fyri at hava dans, sum endar klokkan tvey. Tí ikki kann væntast, at eins nógv fólk møta upp.
Í Runavík eru tey ikki væl fyri heldur, tí har hevur ikki verið reglugligt diskotek fyri tey ungu í øllum førum tey seinastu tíggju árini. Okkurt tilhaldsstað fyri teimum ungu hevur tó verið, men í dag eru tey við sviðið soð.
Í Klaksvík er støðan heldur ikki frægari. Lognbrá lat aftur í 2001, og í yvir eitt ár, var onki diskotek í býnum. Tað gav at bíta á Føstulávint í 2002, tá ungdómar gjørdu uppreistur í Klaksvík, tí tey vildu hava eitt diskotek. Hetta gav úrslit, tí fyrrverandi Lognbrá lat uppaftur við dansi fyri ung seinnapartin av vetrinum. Men Borgin, sum nýggja diskotekið bleiv kallað, lat tó aftur við árslok, og nú er støðan aftur tann sama hjá teimum ungu í Klaksvík. Onki dansistað.
Hvat kann tað vera, sum ger tað so trupult at skipa fyri dansitiltøkum fyri ung? Er ongin áhugi tilstaðar? Tað letur tað ikki til kortini. Tí fólk hava roynt at skipa fyri, men hava rent seg í ymsar trupulleikar á vegnum. Eitt nú hølistrupulleikar.
Eru ov lítlir pengar at vinna í tí, tí tey eru undir 18 og harvið er ikki gjørligt at hava skeinkiloyvið? Ella hava tey ungu størsta partin av skuldini sjálvi? Tí tey ikki sjálvi taka seg saman og skipa fyri einum og hvørjum?
Nógv tilkomin fólk tosa um hugburðsbroytingar. Her verður serliga hugsað um, at tey ungu koma ofta rættiliga seint út um kvøldarnar. Kvøldarnar er kanska ov nógv sagt, tí ofta koma tey ikki út fyrr enn væl er liðið út á náttina. Og hví gera tey so tað? Tað er at undrast á ? ofta fáa tey kanska bert tann eina tíman við av dansinum, tí tey ikki koma út fyrr enn klokkan líður móti trý. Kanska tað hevði verið eitt hugskot at byrja at skipa fyri ungdómsdansum kring landið, sum endaðu klokkan eitt ella tvey, og so møguliga harvið fáa eina byrjan upp á eina broyting í hugburðinum hjá teimum ungu. Hendan møguleikan millum annað nevnir Mark Joensen í stuttum práti við $?$end$!$ph_1$?$end$!$ inni í blaðnum.
Ikki er gott at vita, hví tað letur til at vera so torført at skipa fyri nøkrum til tey ungu. Men tað er ein sannroynd, at teirra møguleikar til at ganga í dans ella diskotek eru út av lagi vánaligir.