Higartil hava 26 fólk fingið loyvi frá Búnaðarstovuni at skjóta grágás í Føroyum. Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum.
Kári P. Højgaard, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu nógvar grágæs eru skotnar í Føroyum, síðani tann 1. juni í fjør, tá ið tað bar til at søkja um loyvi at skjóta grágás, sum annars er friðað.
Orsøkin er, at grágásin er fjølgað so nógv, at hon elvir til stóran skaða á bøðin og etur ein stóran part av grasinum, har hon heldur til.
Høgni Hoydal sigur, at í fjør søktu 15 fólk um loyvi at skjóta grágás og higartil í ár, eru 11 loyvi givin. Sostatt eru 26 loyvi givin tilsamans, og tey eru galdandi til 31. mai í 2017.
Hinvegin hevur ongi nágreinilig tøl fyri, hvussu nógvar gæs eru skotnar, men í fjør varð fráboðað, at 47 gæs vóru skotnar.
Høgni Hoydal sigur, at Búnaðarstovan heldur, at tað var spell, at stovnurin av grágás ikki varð kannaður, áðrenn farið varð undir at taka burtur úr honum, fyri at hava eitt grundarlag at meta út frá, tá ið loyvi at skjóta vera givin.
Hann heldur somuleiðis ikki, at tað er rætt at skjóta grágás, ið reiðrast, ella hevur ungar.
- Búnaðarstovan hevur havt sama sjónarmið, og tí er tað ein treyt í loyvinum, at tað er ikki loyvt at skjóta grágæs, sum liggja á eggum ella ganga við ófloygdum ungum
Høgni Hoydal staðfestir, at burðardygg gagnnýtsla av einum náttúrutilfeingi eigur at byggja á skikkaða vitan.
- Búnaðarstovan hevur formligar yrkisførleikar innan villdýraveiðu og villdýrarøkt, og hevur einki ímóti at hoyra avvarðandi feløg og aðra serfrøði á økinum, sigur Høgni Hoydal.
- Men hann ger samstundis vart við, at at hetta ivaleyst fer at gera tað drúgvari at avgreiða umsóknir.
Trýst á skjalið niðanfyri - undir lýsingini- og síggj, hvar í landinum, tey hava søkt um at skjóta grágæs, og, hvussu nógvar gæs, tey hava givið upp at hava skotið.