Vit skiljast!

Vanligt er at kunngera í bløðunum, tá pør velja at gifta seg. Í Noreg hevur eitt par um dagarnar valt at kunngera hjúnarskilnaðin í bløðunum, júst á sama hátt, sum tey gjørdu tá tey giftust á sinni.

Hetta skrivar norska Aftenbladet, sum skírir tilburðin at vera søguligan, tí ongantíð áður hava tey havt eina líknandi heilsan í blaðnum. Í føroysku bløðunum verða slíkar heilsanir bólkaðar undir »Merkisdagar«, men um tey bæði Anita og Tom Tajet meta tað vera ein merkisdag, sigur søgan einki um.

? Tað at skiljast er ein partur av lívinum, og tí skammist eg ikki yvir støðuna. Eg haldi tað er flott at fáa tað prentað í blaðnum, og tá so mong skiljast í dag, er tað næstan vorðið líka vanligt sum at gifta seg, sigur Anita Tajet við Aftenbladet.

Hon og Tom Tajet gingu saman í hjúnarlag í 1999, men vórðu formliga skild 9. mars í ár.