Hetta skalt tú sjálvandi hava stóra tøkk fyri, eins og tú hesaferð eisini gert vart við, at greinarøðin á mangan hátt er góð.
Vit báðir undirritaðu vóru sjálvandi spentir upp á at hoyra, hvør viðmerking fór at koma, nú vit vóru á heimabeitinum hjá tær har norðuri. Tí at tú fór at gera vart við teg, ivaðust vit ongantíð í. Sótu nærmast og veddaðu í bilinum suður aftur um, hvussu skjótt vit fóru at frætta frá tær. Vit eru fullgreiðir yvir, at tað kann vera torført at síggja nakað sum órudd, tá ein hevur sæð so leingi upp á tað, sum tú ivaleyst hevur í hesum føri. Hetta er ikki bert galdandi fyri teg, men tey allarflestu. Tí skilja vit teg sjálvandi, men nakra umbering vegna Oyndarfjørð og Hellurnar, sum tú biður okkum at koma við, kemur tú at bíða til fánýtis eftir. Viðvíkjandi ruskplássi á Hellunum, so sóu vit einki, sum gjørdi vart við, at talan skuldi vera um eitt kommunalt ruskpláss.
Av góðum grundum vita vit ikki, hvussu tá sá út í Oyndarfirði undir tínum uppvøkstri, men óansæð óhumsku fyri 40-50 árum síðani, so forsvarar ikki, hvussu viðurskiftini eru í dag.
Tú nevnir órudd uttanfyri húsini hjá tær, men vit hava nettup roynt at umgingið at avmynda órudd á øki hjá privatfólki ella har fólk búgva. Hinvegin áttu vit at hava sagt tær frá, so tú kundi bjóða okkum ein guidaðan túr í bygdunum, tí tað er altíð gott at hava staðkend fólk at hella seg til. Júst hetta fara vit at biðja teg umbera okkum fyri.
Kári Mikkelsen, redaktiónsleiðari, Álvur Haraldsen, myndamaður, Sosialurin