Vit skilja tær væl

Sjúkrasystrarnar á Landssjúkrahúsinum skilja væl, ta støðu, sum sjúkrasystrarnar á B 6 eru komnar í

 

Landssjúkrahúsið


Sjúkrasystrarnar á B 6 á Landssjúkrahúsinum eru ikki einsamallar. Av øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum verður sagt, at tær skilja væl støðuna, sum tær á B 6 eru komnar í.

Tað skilst, at tað er trot á sjúkrasystrum víða hvar á Landsjúkrahúsinum.

Á B 7 sigur álitisfólkið, Leila Danielsen, at arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar og at tey eisini hava søkt um fleiri fólk á teirra deild.

Fólk verða eldri og eldri og tí eru tey mangan ógvuliga røktarkrevjandi, tá ið tey koma á sjúkrahús. Nogv fólk, sum av røttum áttu at verið á røktarheimi, ella øðrum stovnum, enda eisini á sjúkrahúsinum.

Á B 4, sum er barnadeildin, er støðan eisini vánalig, tó at arbeiðstrýstið ikki er so javnt stórt, sum á øðrum deildum.

? Tað veldst um, hvussu nógv børn eru innløgd. Viðhvørt, tá ið umfarssjúkur av ymsum slagi ganga, liggja nógv børn á barnadeildini og tá er úr at gera, sigur Aurora Weihe, sum er álitisfólk har.

Eisini á barnadeildini hava tey søkt um fleiri fleiri fólk.

Hon viðgongur eisini, at framstig henda, men tað gongur ógvuliga seint og enn er brúk fyri fleiri fólkum.

? Vit hava nóg mikið at gera. Men tað er ikki so galið, at vit hava hug at siga upp, ikki enn í hvuss so er.

Hon sigur, at hon skilir støðuna hjá teimum á B 6 fullvæl.

? Har er spart og spart í kreppuni og tað tykist ikki sum um tað kemur í rættlag aftur. Tær hava arbeitt í nógv ár við ov fáum fólkum undir eini arbeiðsbyrðu, sum er javnt stór.

? Tað verður sagt, at tað hevur hjálpt upp á støðuna at seingjatalið á deildini er lækkað, men hetta er mest á pappírinum, tí ofta er gangurin eisini fullur av sjúklingum, sigur Aurora Veihe.