Vit síggja ljóst upp á framtíðina

Eg eri stak væl nøgd og haldi, at vit hava fingið nógv fyri pengarnar, sigur Kitty May Ellefsen

"Eg eri stak væl nøgd og haldi, at vit hava fingið nógv fyri pengarnar", sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í P/F Vága Floghavn.

 

“Hetta verður eitt ómetaliga spennandi arbeiðspláss,” sigur hon. Posta, Politiið og Vága Kunningarstova flyta øll úr Miðvági og niðan á flogvøllin, eins og TAKS, Atlantsflog, 62° Norður og Avis hava skrivstovur á nýggju farstøðini. Harumframt eru tollfría sølan, matarstøðini og so alt tað, ið er tengt at sjálvari flogferðsluni, so alt í alt vera sera nógv arbeiðspláss á flogvøllinum.

 

“Umstøðurnar eru nú av tí besta og vit síggja ljóst upp á framtíðina hjá Vága floghavn,” sigur Kitty May Ellefsen.