Vit settu við og avreiddu

Hugaligt er at síggja pedagogarnar leiða børnini úr barnagørðum gjøgnum bygd og bý og vísa teimum smáu, at soleiðis er okkara samfelag. Soleiðis er tað uppbygt. Soleiðis er tað skipað

Hetta er framtíðin. Vit hava sett við, soleiðis at samfelagið hevur nakað gott at bíða eftir. Bíða eftir øllum børnunum, ið taka við eftir okkum og støðugt menna landið Føroyar.

Soleiðis munnu mong okkara hugsa, tá ið vit síggja hesa hugaligu sjón, tí børnini eru framtíðin. Tey byggja land, bara vit, sum ganga undan, duga at búgva tey til eina framtíð við øllum teimum møguleikum, sum eitt væl útgjørt, ríkt samfelag hevur at bjóða teimum.

Tó er tað syrgiligt at vita, at staðfesta, at sættahvørt av hesum børnum veksur upp og nemur sær útbúgving og fyrireikar seg til sína vaksnu tilveru uttanlands. Tí vit vita, at sættihvør føroyingur, ið fer uttanlands at útbúgva seg, kemur aldrin aftur til Føroya at búgva og virka.

Vit hava ikki pláss fyri teimum. Vit spara okkum sum vant eftir reyv. Vit hava ikki brúk fyri hesum akademikarunum í Havn, hesum tvætlinum við at granska og lesa og vita. Vit fáa ikki hýst hesum ungu ónyttunum. Einki stað at búgva, um foreldrini ikki eru noydd at punga túsundtals krónur út um mánaðin fyri slummíbúðir í Havn. Tað ger einki. Kollegiir eru uttanlands, í Danmark, í Norðurlondum, Europa, í Bretlandi, USA, Australia, Japan. Allastaðni í tí framkomna heiminum uttan í Føroyum.

Visjón 2015 er langtsíðan fokin, tí summir av okkara politikarum duga als ikki at síggja, at ímynda sær, at vitan, útbúgving, gransking, er týdningarmesta og dýrabarasta íløga í einum landi.

Høvdu tey ráðandi dugað at sæð, at íløgan í tey ungu, í útbúgving, gransking, hevði ruddað slóð fyri øllum vinnumøguleikum, sum vit vita, at potentiali er til í Føroyum.

Hugsið tykkum til, hvat umsetningur hevði verið í øllum tí livandi meldrinum við livandi, framasóknum, ungum menniskjum. Ja, vit høvdu kanska enntá fingið brúk fyri sjálvt Sandoyartunnlinum.

Hugsið tykkum til, at tit, summir politikarar, samtykkja at beina fyri veldigum menningarmøguleikum í hesum landi við at spara nakrar fáa milliónir. Tit áttu at vita, at hesar fáu milliónir við vissu høvdu verið íløgan, sum hevði verið fræið til milliardir. Tí fá samfeløg í verðini hava somu møguleikar sum Føroyar. Eitt samfelag, ið hevur so nógv niðurgrivið, taðað tilfeingi, sum tit longu hava avreitt. Eitt tilfeingi, sum vit ongantíð fáa aftur, tí vit hava rætt og slætt latið tað burtur.

Okkara samfelag hevur við lóg jarðlagt Fróðskaparsetur Føroya.

Mundi tað loysa seg?