Útflutningur
Í mong, mong ár hevur verið sagt, at føroyingar liva av fiski ? og næstan bara av fiski.
Hyggja vit at útflutninginum seinasta ár, er hetta framvegis í ár 2002 so rætt, sum tað er sagt.
At kalla allur útflutningur Føroya er fiskur ? ella heili 99,6%!
Hetta vísa almennu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.
Hagtølini vísa samstundis, at útflutningurin av øðrum vørum hevur ongantíð verið so lítil seinastu 15 árini sum í ár 2002.
Skip og aðrar vørur
Tann parturin av útflutninginum, sum ikki er fiskur, er "skip" og "aðrar vørur", men útflutningurin av skipum og vørum hevur ongantíð verið so lítil síðan 1988.
Í Vinnuhúsinum, sum hevur hugt at útflutningshagtølunum, siga tey, at "aðrar vørur", eru eitt nú skinn, fiskireiðskapur og annað. Hesar høvdu eitt útflutningsvirði uppá 12,4 milj. krónur, sum svarar til 0,3% av samlaða útflutninginum.
- Hetta er eitt ógvuliga lágt tal sum vísir, hvussu einstáttað vinnumynstrið í veruleikanum er, sigur Vinnuhúsið.
Í ár 2002 var útflutningsvirðið av skipum 4,7 milj. krónur, sum svarar til 0,12% av útflutninginum.
- Men av tí, at hetta sum oftast eru gomul skip, sum verða seld úr flotanum, verður talið vanliga ikki tikið við, tá ið metast skal um útflutning av føroyskari framleiðslu, veit Vinnuhúsið at siga.
Feskt og fryst toskaflak
Størsti høvðusbólkurin í útflutninginum er feskt og fryst toskaflak, sum stendur fyri 1.148 mij. krónum ella 28%. Síðan kemur ísaður og frystur (heilur) fiskur við 922 milj. krónum ella 22%. Laksur og síl standa fyri 18% og saltfiskur fyri 16% av útflutningsvirðinum. Rækjur og skeljar, sum onkuntíð hava verið heilt uppi á 20% av útflutninginum, eru nú heilt niðri á 6%
Samlaði útflutningurin úr Føroyum ár 2002 hevði eitt virði uppá 4,1 miljard krónur. Tað er ein lækking uppá 180 milj. krónur ella 4,2% í mun til ár 2001.