? Eg kann vátta, at vit hava samráðst við ymsar áhugaðar keyparar um Polarfrost í Vági.
? Men tað er eisini greitt, at vit selja ikki virkið, fyrrenn vit hava fingið eitt brúkiligt tilboð uppá tað.
Bergur í Garði, nevndarformaður í Føroya Fiskavirking vísir aftur, at Fiskavirking í veruleikanum ikki ætlar sær at selja Polarfrost í Vági.
Í Sosialinum í farnu viku helt Jákup Olsen í Vági,, at Fiskavirking var serstakliga trekt at samráðast við og at tað kravdi so nógv fyri Polarfrost í Vági, at tað var tað sama sum at siga, at virkið var als ikki til sølu
Hann váttaði, at 12 milliónir eru nevndar og hann helt ikki, at Fiskavirking hevði flutt seg nógv frá tíð.
Bergur í Garði, nevndarformaður í Fiskavirking avsannar, at Fiskavirking smyr so tjúkt uppá, at ongin kann keypa virkið.
? Vit hava heilt avgjørt ongan áhuga í at bøla omaná virkinum í Vági sigur hann.
Hann sigur, at áhugin fyri virkjunum er ikki tann stóri.
? Tó hava nakrir fyrispurningar verið, m.a. um Polarfrost í Vági.
Hann sigur, at samráðst hevur eisini verið við ymsar partar um flakavirkið í Vági.
Men hann heldur ikki, at talan hevur verið um serliga intensar samráðingar.
Hann sigur, at Fiskavirking hevur tikið støðu til tey tilboð, sum hava verið.
Og eftir, hvat skilst, hava tey tilboðini ikki verið nøktandi.
Tí enn er virkið ikki selt. Og Bergur í Garði sigur, at tað verður heldur ikki selt, fyrrenn Fiskavirking hevur fingið eitt brúkiligt tilboð.
Og tað dugir hann ikki at síggja nakað sum helst órímiligt
Hvussu stórt tað tilboðið skal vera, vil hann ikki út við.
? Tað er ein samráðingarspurningur, sigur hann.
Men hann vísir tó aftur, at Fiskavirking ikki vil flyta seg í prísinum.
? Vit hava kvinkað okkum í prísi síðani vit byrjaðu at samráðast.
Um vit hava kvinkað okkum nógv ella lítið veldst um tann, ið metir um, leggur hann afturat.
Bergur í Garði sigur, at Fiskavirking er eitt felag, sum gongur væl.
? Men tað verður rikið á handilsligum grundarlagið. ? Og tað merkir, at leiðsla og nevnd hava skyldu at fáa sum mest burturúr til frama fyri felagið.
? Tí kunnu vit ikki selja fyrrenn vit fáa eitt tilboð, sum er hóskandi fyri eitt virki, sum hetta.
Taka ikki ímóti harraboðum
Í sama sosiali, sum samrøðan við Jákup Olsen var í, varð upplýst, at landsstýrið og samgongan høvdu verið í samband við eigararnar av Polarfrost og álagt teimum at avhenda virkið og at prísurin skuldi ikki vera nøkur forðing hjá teimum, sum høvdu áhuga í virkinum.
Men tað tekur Bergur í Garði ikki ímóti.
? Politisk harraboð til vinnulívið hoyra eini farnari tíð til. Tað var bara fyrr, at politikarar blandaðu seg uppí dagliga rakstrurin í vinnulívinum.
? Nú er ein nýggj tíð og nú eru tað nevndin í felagnum, sum hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og teimum aktivum, sum felagið hevur.
Og hesum er tað, sum nevndin arbeiðir eftir.
Tó váttar hann, at teir hava hoyrt frá politikarum og at Fiskavirking hevur fingið ymsar áheitanir.
Og tað skilir hann væl.
Aðalreglan slept
Einaferð hevði Fiskavirking taðaðalreglu, at virkið vóru ikki seld til feløg, sum ætlaðu at kappast við Fiskavirking um fiskin undan Føroyum.
?Men tann aðalreglan er nú slept, sambært Berg í Garði.
? Vit hava eitt vælvirkandi felag við nøkrum vælvirkandi virkjum. Og hava vit ongan áhuga sum so at køva onnur.
? So tað er á ongan hátt tað, sum stýrir okkara avgerðum, sigur Bergur í Garði