Vit samstarva óansæð

Javnaðarflokkurin byggir mest sum alla sína valskrá upp á forsøgnirnar um, at Socialdemokratiet kemur til valdið í Danmark eftir valið. Men teir ætla sær at samstarva kortini.

Nú verða vallistarnir hjá føroysku flokkunum kunngjørdir, og fyrstur var Javnaðarflokkurin, sum legði sín lista alment fram longu klokkan átta í morgun.
Ikki kann sigast, at nakað beinleiðis óvæntað navn var millum tey 12 uppstillaðu, men tað gjørdist í hvussu er greitt, at hvørki Jóannes Eidesgaard, sum annars róð hevur verið upp undir í ymsum miðlum, ella Henrik Old frá gomlu garduni eru við.
Upprunaligi listin inniheld nøvnini á sjey monnum og fýra kvinnum, men nógvar ákoyringar innanfloks hava helst ført við sær, at tann eini maðurin er kutaður av listanum, meðan tvær kvinnur aftrat eru komnar upp á hann.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum sigur tó, at talan var um ein fyribils lista, og at meiningin alla tíðina hevði verið at fingið javnvág millum kvinnur og menn.
Eitt týðandi punkt í valskránni hjá Javnaðarflokkinum er, at teirra umboð skal røkja fólkatingssessin burturav. Hetta var tó ikki galdandi fyri seinasta umboð Javnaðarfloksins á danatingi, sum røkti bæði størvini.
Eitt annað, sum í serligan mun eyðkenir valskrá floksins er, at alt verður bygt á forsagnirnar um, at danski Javnaðarflokkurin vinnur valið í Danmark, og at tað tí hevur stóran týdning, at júst Javnaðarflokkurin í Føroyum fær annað umboðið á danating, har tað fær størri ávirkan enn nakað annað føroyskt umboð.
Hetta samstundis sum stórur dentur verður lagdur á, at eitt javnaðarumboð ikki fer at dragsa partapolitikk niður á Fólkatingið.
Skal tosast um »yvirraskilsir« við listanum má tað vera, at hvørki John Johannesen, landsstýrismaður, ella Heðin Mortensen, borgarstjóri á Havn er millum tey 12 valevnini.

Listin hjá Javnaðarflokkinum sær soleiðis út:

Aksel V. Johannesen, formaður
Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður
Mikkjal Sørensen, løgtingsmaður
Sjúrður Skaale, løgtingsmaður
Kristoffur Gaardlykke, bilsmiður
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
Sunneva Moh, forkvinna SU
Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Malla Dam, býráðslimur
Halla Samuelsen, býráðslimur