Vit sakna longu kavan

Jón á Steig og Minna Olivia Christiansen halda jol i Ushuaia i Argentina, har Minna hevur verið skiftisnæmingur i 2010-2011. Jólini verða hildin hjá vertsfamilju hennara, og hóast tey ikki hava verið so leingi vekk, er tað nógv við teimum føroysku jólunum, sum teimum báðum sakna.

 

- Vit sakna longu kavan, og tað er torført at koma i jolahýri, ta ið her eru yvir 20 hitastig og sól uttanfyri. Tað er eisini keðiligt, tá man ikki er saman við familju og vinum i Føroyum, tá ið jólatiðin i Føroyum er sera hugnalig, og man er nógv saman við teimum man kennir, sigur Jón, og leggur afturat at hóast tað er heldur øðrvísið at halda jól í einum heilt øðrum landið, við øðrum siðum og fólkum, so er tað eisini sera spennandi.

 

Minna hevur longu roynt at hildið jól i Argentina, men tað er enn eitt upplivilsi hjá baðum, tí at av tí at jólini liggja mitt i teirra summarfritið, so ferðaist Minna við familjuni i ymiskum øðrum suduramerikanskum londum seinastu fer, so hetta verður faktiskt fyrstu ferð hjá okkum baðum at vit halda jól her, sigur Jón.

 

Viðvikjandi jolasiðum úr Føroyum, so ætla tey kanska at leggja eitt litið sindur Føroyskt afturat jólasiðunum har, men ikki serliga nógv.

 

- Vit eru jú komin her fyri at halda jól hjá teimum, og vit hava ju ikki goldið so nogvan pening fyri at halda Føroysk jol i Argentina, sigur Jón at enda.