Vit síggja javnan 14 ára gomul børn taka rúsevni

RÚSEVNI Tað órógvar føroysku narkoløgregluna, at tað støðugt legst til av blaðungum misbrúkarum og nú er eisini vanligari, at føroyingar sjálvir eru farnir at framleiða rúsevni

- Tað er onki, sum bendir á, at misnýtslan av rúsevnum í Føroyum er í minking.
Tað staðfestir Mikkjal Thomasen á narkodeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Men samstundis staðfestir hann, at tað eru ikki bara gamlir hippiarir frá sekstárunum, sum síggjast aftur í rúsevna-umhvørvinum.
- Tað er hugstoytt at síggja, men veruleikin er altso tann, at tað legst støðugt til av ungum fólki í rúsevna-umhvørvinum, eisini blaðungum fólki.
- Tað er ikki óvanligt at vit síggja og hoyra um børn, heilt niður í 14 ár, sum roykja hassj, sigur løgreglumaðurin.
Hann sigur, at hetta er nakað, foreldur eru tilvitað um, tí løgreglan fær javnan fyrispurningar frá stúrnum foreldrum, sum hava illgruna um, at børn teirra eru endað í rúsevnamisnýtslu.
- Tað er ein ómetaliga tórfør støða hjá foreldrum at vera í. Løgreglan kann ikki veita ráðgeving á hesum øki, men vit leiðbeina fegin foreldur um, hvaðani tey kunnu leita sær hjálp og ráðgeving og, hvat tey serliga skulu hava eyguni eftir í sambandi við atferð og annað, hjá børnunum.
Hinvegin er løgreglan eisini virkin í SSP, sum er samstarv ímillum skúla, almannaverk og løgreglu og í tí sambandi er løgreglan á skúlum og greiður børnum frá um rúsevni, rúsdrekka, og onnur viðurskifti.

Á sama stigi
Men hóast ongar ábendingar eru um, at nýtslan av rúseevnum í Føroyum minkar, kunnu vit hinvegin fegnast um, at misnýtslan er heldur ikki serliga høg aftur ímóti í øðrum londum.
- Útfrá teimum tølum og royndum vit hava, er tað okkara meting, at misnýtslan av rúsevnum ímillum føroyskan ungdóm, er á leið á sama stigi sum misnýtslan ímillum ungdómin í okkara grannalondum, sigur Mikkjal Thomasen.
Hann staðfestir at spurningurin um misnýtslu av rúsevnum er fyri ein stóran part ein sosialur spurningur.
- Tí hava tey sosialu viðurskiftini, heimið og foreldrini, skúli, frítíðarfelagsskapir og sosialu sambondini annars hjá teimum ungu, nógv tann størsta týdningin fyri um ung fella í misbrúk, ella ikki.
Mikkjal Thomasen heldur, at ein orsøk til hetta er, at bæði løgregla og tollvald raðfesta bardagan ímóti rúsevnum rættiliga frammaliga.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at seinastu árini hevur rúsevnasmuglingin til Føroya verið merkt av, at hon er betri skipað, enn hon hevur verið og at tað í ávísan mun eru professinell brotsmannalið, sum standa aftanfyri.
Í hesum sambandi er tað staðfest, at danska rokkara-harkaliðið Hells Angels, hevur fyriskipað rúsevnasmugling til Føroya.

Effektivt eftirlit
Men løgreglumaðurin heldur, at eini viðurskifti, sum gera sítt til at halda nýtsluni niðri, er at tollvaldið ger nógv burtur úr at kanna ferðafólk og post, sum kemur til landið og løgreglan er eisini farin at raðfesta kanningar frammaliga.
Eitt nú er løgreglan farin at gera nógv burtur úr at kanna, um bilførarar koyra ávirkaðir av rúsevnum og tað hevur longu elvt til fleiri dómar og fer at føra til fleiri dómar í næstum.
Men tað økta eftirlitið hevur eisini sum heild, ført til, at fleiri fólk verða tikin fyri at smugla og selja rúsevni.
Sjálvur ivast løgreglumaðurin heldur ikki í, at ein orsøk til, at misnýtslan ikki er størri, er eisini tann at rúsevni eru rættiliga dýr í Føroyum.
- Sjálvandi ávirkar tað nýtsluna, at prísurin í Føroyum er einar upp til 10 ferðir hægri enni Danmark, men úrslitið av einum effektivum eftirlitsarbeiði, er júst tað, at útboðið er avmarkað og tað trýstir prísin upp.

Afturúrsigld
Hinvegin vísir Mikkjal Thomasen á, at í nógvum førum er føroyska narkoreglan alvorliga afturúrsigld aftur ímóti løgregluni í okkara grannalondum.
Hann hugsar um, at løgreglan í Føroyum hevur nógv verri heimildir at seta kanningar í verk í sambandi við rúsevnamál.
Hann vil ikki nágreina hetta, men hann heldur avgjørt, at hetta eru viðurskifti har, føroyskir myndugleikar áttu at arbeitt skjótari, fyri at løgreglan í Føroyum kann fáa somu møguleikar sum løgreglan í okkara grannalondum hevur í stríðnum ímóti rúsevnum.
Hóast løgreglumaðurin einki vil siga, kann staðfestast, at tað stendur í eini frágreiðing frá rúsevnafundi í Fólkaheilsuráðnum fyri stuttum, at eitt av hesum amboðum, sum stórur saknur er í royndunum at basa rúsevnum í Føroyum, eru betri heimildir at lurta eftir telefonsamrøðum.
Hetta er eitt ynski, sum er fleiri ára gamalt og sum eisini áður er umrøtt í Sosialinum, men enn eru neyðugu fyriskipanirnar ikki settar í verk, so at tað ber til.

Bæði í bygd og í bý
Mikkjal Thomasen sigur, at hóast Havnin er miðdepilin í rúsevna umhvørvinum, eru rúsevni allastaðni.
- Ofta koma fólk av bygd til Havnar við tí fyri eyga at útvega sær rúsevni, men vit síggja eisini, at fólk fara úr Havn, út á bygd í somu ørindum.
- Men sum heild síggja vit, at umhvørvið er rættiliga samantvinnað og at tey, sum eru í hesum umhvørvinum kenna hvønn annan og hjá løgregluni eru tað ofta tey somu nøvnini, sum ganga aftur og aftur.
Akkurát sum í øðrum londum, er hassj nógv tað vanligasta rúsevni í Føroyum.
Men løgreglan leggur eisini hvørt ár hald á onnur evni.
Kortini hava vit ikki sæð so nógv til ecstasy í seinastuni, sum vit gjørdu fyri nøkrum árum síðani, men við jøvnum millumbili finna vit eisini smáar nøgdir av kokaini.
Síðsta summar fekk eitt nýtt evni, ið nevndist Krokodil, nógva umrøðu, tí tað er so sterkt, at tað etur misnýtaran upp eftir stutta tíð.
- Tað evnið hava vit tíbetur ikki sæð í Føroyum enn, sigur Mikkjal Thomasen.
Og hann ivast eisini í, hvussu stórur vandin fyri hesum sermerkta slagi av rúsevnum er í Føroyum.
- Tað eru ofta misnýtararnir, sum eru allarringast fyri og sum eru heroinmisnýtarar, sum eisini fella til krokodil og tað slagi av misbrúki hava vit tíbetur ógvuliga lítið av í Føroyum.
Hinvegin ásannar Mikkjal Thomasen at eisini amfetamin sæst í ávísum bólkum í rúsevna-umhvørvinum og løgreglan leggur av og á hald á størri og smærri nøgdir.
Hinvegin órógvar tað hann, at tey finna meiri og meiri av MDMA, sum er tað virkna evnið í ecstasy.
- MDMA kann vera sera ymiskt í styrki. Síðsta summar legði løgreglan í Føroyum hald á eina hampiliga stóra nøgd av sera sterkum MDMA. Tí varð avgjørt at koma við eini almenna ávaring, tí tað er sera vandamikið, og kann enntá vera deyðiligt.
Mikkjal Thomasen sigur, at síðsta summar doyði ein ungur svii á Roskilde festivalinum av hesum sterka MDMA, sum var um í umfari um tað mundið.

Rúsa seg við heilivági
Mikkjal Thomaasen staðfestir, at nógvir misnýtarar eru blandingsmisnýtarar sum merkir, at nýta fleiri sløg av rúsevnum og heilivági at rúsa seg við.
Og eitt evni, sum løgreglan sær nógv til, er eitt slag av heilivági, ið nevnist Ritalin og sum verður tikið fyri ADHD.
Hjá frískum fólki virkar Ritalin sum amfetamin og tað er ein stórur trupulleiki, tí tað er so lætt at fáa fatur í, sigur løgreglumaðurin.
Men í hesum føri stendur løgreglan rættiliga veik, tí tað eru læknar, sum skriva sjúklingum Ritalin fyri ADHD og tað kann løgreglan ikki leggja seg út í.
- Men tað er ein sannroynd, at vit fáa at vita frá okkara keldum í rúsevnaumhvørvinum, at tað eydnast nógvum at lumpa stórar nøgdir av Ritalin frá læknunum.
- Tað er ikki óvanligt, at sjúklingar fortelja læknanum, at teir hava mist heilivágin burtur og mugu fáa meir.
Ein annar máti er at billa læknanum inn, at teir fara til skips og mugu fáa Ritalin til tveir, tríggjar mánaðir.
- Tað er hent, at vit eru eru komin fram á ADHD sjúkling, sum hevur fingið Ritalin til ein mánað, men longu fýra dagar eftir, at hann hevur fingið heilivágin, er alt uppi, tí viðkomandi hevur selt tað.
- Og prísurin er góður, tí tað fáast upp til einar 300 krónur fyri eina einstaka Ritalin tablett.

Framleiða rúsevni
Og at tað yvirhøvur eru pengar í rúsevnum í Føroyum, er ein sannroynd.
Mikkjal Thomasen sigur, at løgreglan fleiri ferðir er komin fram á fólk, sum hava havt heilt nógv uppi á sær í reiðum peningi.
Summi av hesum málum eru enn á kanningarstøði, so hann vil ikki útgreina tey.
- Í einum føri løgdu vit eisini hald á yvir 6000 krónur í Føroyum.
Men tað vísti seg at vera peningur, sum eitt ávíst fólk hevði savnað saman í eina pulju frá fleiri fólkum við tí endamáli at keypa føroyskt framleitt skunk fyri.
- Tað er eisini ein týðilig gongd, at føroyingar eru farnir at framleiða rúsevni sjálvir, sigur Mikkjal Thomasen.
Hann vísir á, at tað er lógligt at innflyta fræ og tað verður so plantað í ymsastaðni í Føroyum og síðani verða bløðini turkað og gjørd til skunk, sum er heldur sterkari enn hassj.
Sum tað sæst í aðrari grein, eru tey í ferð við at broyta lógina um rúsevni, har atlit eisini verða tikin til innflutning av hassjfræi.
LES EISINI GREININA: Hells Angels selja rúsevni í Føroyum
LES EISINI GREININA: Nógv mest hassj