- Vit hava mangan følt sviðan av, at Strandferðslan ikki siglur teir tríggjar størstu heilidagarnar í árinum, langa fríggjadag, páskadag og jóladag. Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
Og nú vilja kommunurnar í Sandoynni hava politiska myndugleikan at vakna og tí hava tær gjørt av at skipa fyri privatari sigling við Ferðafólki hesar báðar dagarnar á páskum, tá ið Teistin annars liggur.
ì hesum sambandi hava kommunurnar í Sandoy leiga Froy at sigla ímillum Sandoy og Gomlurætt langa fríggjadag og páskadag. Tað er Froyur sum sæst á myndini.
Les eisini: Sandoyingar taka málið í egnar hendur
- Vit vilja bara hava sama rætt sum tey, ið búgva á meginlandinum og tað hevði verið óhugsandi at stongt undirsjóvartunlarnar tríggjar dagar um árið, sigur Brandur Sandoy.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví kommunurnar í Sandoy nú skipa fyri privatari ferðafólkasigling langa fríggjadag og páskadag.
|