Rógvi Nybo
Nýggjasta veljarakanningin frá Gallup Føroyar gevur Framsókn eina lítla framgongd á 0,6 prosentstig síðani løgtingsvalið í oktober. Tað er nakað, formaðurin í flokkinum, Poul Michelsen, bara kann fegnast um.
- Jú, tað haldi eg er í ordan. Hetta hevur verið eitt undarligt ár, og vit í Framsókn royna enn at finna fótafestið. Vit hava ikki eitt bakland, sum hinir flokkarnir hava, men vit hava roynt at eftirmett okkara støðu sum frægast. Í eftirmetingini komu vit fram til, at vit sum heild halda fast við tað, vit hava lovað, sigur Poul Michelsen.
Hóast flokkurin stendur til framgongd nú, samanborið við valið, er framgongdin minkað í mun til farnar veljarakanningar. Tá veljarakanningar vóru gjørdar í desember og í februar, stóð Framsókn til at fáa ávikavist 8,4 prosent og 7,4 prosent. Sostatt kvinkar framgongdin. Orsøkina til hetta, sigur Poul Michelsen helst verða, at Framsókn ikki hevur tikið lut í tí øgiliga negativa rákinum, sum hevur verið í seinastuni.
- Vit hava okkara egnu støðu, og hava ikki við í hesum aggressiva negativa rákinum. Tað er helst orsøkin til, at vit detta eitt sindur burturímillum í løtuni. Men vit skulu nú fundamentera okkum, og meðan vit gera tað, vilja úrslitini nokk altíð sveiggja eitt sindur. Men eg eri vísur í, at tá tíðin kemur til tað (eitt val, red.), verður veljarin eisini har, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
rogvi@sosialurin.fo