Sølustevna varð í høllini á Giljanesi um vikuskiftið, men tað var ikki ein av teimum vanligu, har handlar og fyritøkur úr øllum landinum vóru savnaði á einum stað, fyri at selja vágamonnum tað teimum manglar.
Henda sølustevna var ætlað fyritøkum úr oynni, soleiðis at tær kundu vísa vágafólki, hvat keypast kann í oynni.
Tað var Vága Vinnufelag, sum saman við FS Vágum skipaði fyri hesi forkunnugu sølustevnu, og vit fingu eitt orð á formannin í Vinnufelagnum tá sølustevnan lat aftur.
Gunnar Nattestad sigur, at teir eftir umstøðunum eru nøgdir við uppmøtingina.
? Hugskotið stakst upp á okkum fyri einum góðum mánað síðan, og síðani tá hava vit arbeitt av øllum alvi fyri at fáa alt upp á pláss. Tað merkir eisini, at handlarnir hava havt alt ov stutt skotbrá at fyrireika seg í, og tað merkist eisini, men eg haldi kortini, at vit eiga at vera væl nøgd við tað, sum er komið av skafti, sigur Gunnar Nattestad.
Vísa at vit eru til
Tá vit spyrja hann, um tað ikki er í so lokalt við eini slíkari framsýning, sigur hann, at tað er júst tað sum er ætlanin.
? Vinnufyritøkurnar í oynni vilja fegin vísa fólki hvat fæst í oynni, tí tey allarflestu fara til Havnar at keypa inn. Tað er verri enn so altíð neyðugt. Tað vildu vit vísa teimum og tað haldi eg vit hava klárað, sigur hann og leggur afturat, at fyritøkurnar í oynni heldur siga ov lítið enn ov nógv.
Hann vísir á, at tað í veruleikanum eru nógvir handlar í oynni, sum selja mangt og hvat, men tað verður gjørt so lítið við marknaðarføringina av handlunum, og tí vita fólk í oynni ikki at handlarnir eru har.
Føroyingar kenna Vágasnellurnar og vindeyguni av Vatnsoyrum og so er so at siga liðugt. Men tað eru eisini aðrir handlar, sum selja annað enn vindeygu og snellur, og tað vóru í høvuðsheitum hesir, sum fingu gjørt vart við seg um vikuskiftið.
? Í Vinnufelagnum halda vit, tað hevur týdning - eisini fyri trivnaðin - at keypa inn í nærumhvørvinum, og tað hava vit roynt at gjørt fólk varug við.
Samstarv við
ítróttarfelagið
Vit spurdu eisini Gunnar hví teir samstarvaðu við fótbóltsfelagið um hesa sølustevnuna.
Hann svaraði, at orsøkin var tann einfalda, at FS Vágar arbeiddi við eini ætlan um sølustevnu, meðan teir sjálvir arbeiddu við eini aðrari ætlan.
Fyri at sleppa undan at tvær sølustevnur vórðu við stuttum millumbili varð avgjørt at samstarva, fótbóltsfelagið og Vinnufelagið.
? Vinnufelagið ger ikki eina sølustevnu fyri at fáa vinning, og tí kundu vit lata FSVágar fáa inntøkurnar av tiltakinum, sigur Gunnar Nattestad.
Hann sigur okkum, at umleið 700 fólk hava verið til framsýningarnar, men at hann væntar, at enn fleiri koma næsta ár.
? Nú fara vit at hava eina eftirmeting av tí sum vit hava gjørt í ár, og vit eru ikki bangin fyri at broyta tað sum ikki er so gott.
Til næstu framsýning er ætlanin at fáa aðrar fyritøkur við, og Gunnar vónar, at tað fer at eydnast, at fáa heimavirkisframsýningina, sum var seinasta vikuskiftið við í eina felags sølustevnu fyrst í desember næsta ár.
Tað ger framsýningarnar meira forkunnugar tá størri breidd er í framsýningunum.