Sum vit skrivaðu fyrr í dag, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, at í 2020 rindaðu føroysku húsarhaldini, og fyritøkurnar, tilsamans slakar 9,3 milliardir krónur í skattum og avgjøldum.
Men Hagstovan vísir eisini, hvussu vit rinda hendan skattin og úrslitið er, at tað mesta, landskassin og kommunukassarnir fáa inn í skatti, stavar frá vanligum inntøkuskatti og frá ognarskatti. Tað er nevniliga so, at 58 prosent av tí, vit rinda í skatti er vanligur inntøkuskattur og ognarskattur.
Inntøkuskattur er í høvuðsheitum tann persónligi inntøkuskatturin og partafelagsskatturin. Men tað, Hagstovan kallar ognarskatt, er vektgjald fyri bilar og annað líknandi.
Framleiðsluskattur og innflutningsskattur er næstbesta inntøkukeldan hjá tí almenna, tí tað er 29 prosent av av skattainntøkunm. Her er fyrst og fremst talan um mvg.
Tey sosialu tryggingargjøldini eru 13 prosent av skattainntøkunum, og tað eru gjøldini til Als, Samhaldsfasta, Barsilsskipanina og Heilsutrygd.
Hinvegin er kapitalskattur minni enn eitt prosent av skattainntøkunum og her er í høvuðsheitum talan um arvaavgjald, sigur Hagstovan.










