SAVNSRØKTIN
At Kommunusamskipan Føroya hevur skrivað undir semju um savnsrøktina og harvið staðfestir at rinda helmingin av, hvat hendan kostar í samsýning til lærarar, fær ikki hitt stóra kommunufelagið at vika seg og gera tað sama. Føroya Kommunufelag hevur nevniliga ongar ætlanir um at viðurkenna, at kommunurnar eiga ábyrgdina av at rinda fyri savnsrøktina.
- Vit eru ikki partur av málinum og eru annars grundleggjandi av teirri fatan, at málið snýr seg um lønir til lærarar og hana eigur landið at rinda, sigur Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag.
Spurdur um, hann slær seg til tols við, at serstovur og amboð á øllum skúlunum í kommununum, sum felagsskapurin varðar av, ikki verða røktar, sigur Jacob Vestergaard, at hesa ábyrgdina eigur Mentamálastýrið og ikki kommunurnar.
- Velja kommunurnar, sum eru í okkara kommunufelag, at rinda fyri savnsrøktina, blanda vit okkum ikki uppí. Kommunurnar hava altíð verið ymiskar á máli um hendan spurningin, men mær vitandi eru tær flestu samdar við niðurstøðini hjá felagnum. Sjónarmiðið hjá Føroya Kommunufelag er enn sum áður, at vit ikki eiga at rinda fyri handan partin. Kommunurnar eiga skúlarnar og Mentamálastýrið lærararnar. At røkja serstovurnar er partur av arbeiðinum hjá lærarunum, eisini uttanveltaðir løgfrøðingar hava víst á tað, og tí eiga slíkar uppgávur at koma upp í samráðingum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Vit vilja hava greiðar linjur. At býta lønina hjá lærarum ímillum land og kommunur, er bara at fløkja viðurskiftini.
Álit er gjørt, sum leggur upp til, at kommunurnar rinda fyri savnsrøktina. Formaðurin í Føroya Kommunufelag vísir á, at teirra felagsskapur ikki hevði nakað umboð í hesum bólkinum og vil tí ikki kennast við tey tilmæli, sum komu burturúr.
- Vit vilja fegin vera við til at loysa upp fyri hesum spurninginum, men tað kemur ikki uppá tal, at Føroya Kommunufelag viðurkennir, at vit eiga at gjalda lærarum løn fyri at røkja serstovurnar, sigur Jacob Vestergaard.
Í dag er fundur í Føroya Kommunufelag. Umboð fyri Mentamálastýrið verða við, har savnsrøktin møguliga kemur á dagsskránna.