Vit reka við streyminum

Vantandi signalini í nýggjársrøðu løgmans benda á, at Føroyar aftur fara at føra ein rekan við streyminum politikk, sigur formaðurin i Sambandsflokkinum

? Nýggjársrøðan gevur løgmanni møguleika at tosa um tann politikkin sum samgongan vil føra. Um hon skal hava meining, skal landsins leiðari hava møguleika at tosa um samfelagsgongdina, og hvat vit kunnu vænta okkum í nýggja árinum.

Tað heldur Edmund Joensen ikki kom fram í røðuni hjá Anfinni Kallsberg.

? Nýggjaársrøðan var afturlítandi og vísti á tað positiva, sum er hent í árinum. Har var lítið nýtt at hoyra. Røðan var einkisigandi, og bar boð um ein rekan við streyminum politikk á flestu samfelagsøkjum, sigur Edmund Joensen.

Við undantak í fullveldisætlanini, sum løgmaður segði skal haldast, fekk formaðurin í Sambandsflokkinum einki boð um framtíðar politikkin.


Hongur ikki saman

Hann heldur, at Føroya fólk hevur loyvi at vænta sær meir í hesum sambandi. Eitt nú ein boðskap um eina fíggjarliga tilskering, ella ið hvussu so er eina byrjan upp á tað nýggja.

? Flestu fólk høvdu væntað størri broytingar, tá samgongan hevur boðað frá sonevndari fullveldis fíggjarlóg, men hon kom ikki, sigur Edmund Joensen.

? Tað hendi júst tað øvugta, fíggjarlógin hækkaði munandi, umframt at hvør landsstýrismaður sær boðaði frá størri hækkingum komandi ár.Tað hongur ikki saman, sigur Edmund Joensen.