Vit reistu okkum

Fróði Benjaminsen var fegin um, at miðvøllurin fekst at rigga móti Týsklandi, og at tað ikki gekk sum móti Litava

Týskland-Føroyar

Hannover: Tað er einki at dylja, at ein av orsøkunum til laka úrslitið í Kaunas var, at føroyski miðvøllurin ikki riggaði nóg væl. Fróði Benjaminsen og Julian Johnsson hava verið fastir fúsir her seinastu dystirnar, og í mikudagsblaðnum ásannaði Julian, at hesin parutrin í øllum førum skuldi betrast.
Eftir dystin móti Týsklandi hittu vit Fróða Benjaminsen, og sum vera man, so var hann hampuliga væl nøgdur, og ikki minst um avrikini hjá sær og Julian.
- Vit báðir tosaðu nógv um, at hatta ikki var nóg gott, sum vit sýndu í Litava, og vit vóru uppsettir upp á at vísa, at har var talan um ein off-day.
- Tíbetur gav venjarin okkum langt tjóður hesaferð, og eg haldi eisini sjálvur, at vit løntu honum hetta álitið aftur í dystinum.