Johan Ellingsgaard fekk møguleikan frá byrjan í gjár. Unglingin var, júst sum hinir á framrættaðu plássunum hjá B36, tannleysur í stórum løtum av dystinum, men hann var bjarturskygdur eftir dystarlok.
- Tað ræður sjálvsagt um at taka av møguleikanum. Eg hevði vónað at skoti mál, men soleiðis var ikki.
Eingin tók ábyrgd hjá tykkum í dag móti liðnum, sum er aftast í Formuladeildini. Er tað øðrvísi, tá tit ikki spæla móti toppliðunum?
- Vit spældu ikki væl í dag. B36 fer altíð á vøllin fyri at vinna, líkamikið hvat mótstøðuliðið er. Í dag var talan um ein off-day. Tað er kanska eisini umráðandi, at vit royndu hetta. Nú burdu vit vita, hvat tað krevur at vinna ein fótbóltsdyst – um tað so er móti HB ella Skála. Vit reisast aftur til næsta dyst, sigur Johan Ellingsgaard.










