Vit raka ikki málið

Føroyar tapti í gjár 2-0 fyri U23 landsliðnum hjá Thailandi. Føroyska liðið hevði bóltin lutfaldsliga nógv, men tað var lítil broddur á álopinum, sum at síggja til ikki rakti málið hjá Thailandi eina tí einastu ferð.

Dysturin varð spældur í nógvum hita í Bangkok í Thailandi. Vertirnir skoraðu tvær ferðir í fyrra hálvleiki, meðan okkara ikki vóru neyvir í álopsspælinum.

Thailand kom á odda eftir hornaspark, og ein av thailendsku spælarunum var fyrstur á og kundi heldur ótarnaður seta innaru síðu á. Thailand hevði eisini ein møguleika at økja, tá Gunnar Nielsen misti bóltin í fimm metrinum, men bólturin endaði á stongini.

Stutt fyri hálvleik hevði føroyska landsliðið nøkur góð og væl spæld álop, men tað eydnaðist ongantíð at fáa veruligt skot á. Eftir ein slíkan møguleika fór Thailand í mótálop. Tað endaði við, at nummar 14 bleiv púra leysur og skoarði.

Í seinna hálveiki mundi okkara hava yvirtakið, men tað eydnaðist ikki at umseta fleiri vandamiklar støður til vandamiklar møguleikar. Serliga var tað upp á deyðbóltar, at okkara vóru nær við. Føroyska liðið gjørdi eisini fleiri útskiftingar í seinna hálvleiki. Millum teir, ið komu inn vóru Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Andreas Lava Olsen, Páll Klettskarð og Gilli Sørensen

Teir, sum byrjaðu inni vóru:
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Kaj Leo Í Bartalsstovu, Pætur Dam Jacobsen, Høgni Madsen, Símun Samuelsen – Jóan Símun Edmundsson – Arnbjørn Hansen.