Vit – pedagogar - verja tey veiku!

Helena Samuelsen hevur eina góða grein á Vágaportalinum um arbeiðið hjá Javna fyri teimum, ið felagið varðar av.

Levi Mørk


Javni hevur gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði á hesum øki!
Hetta er eitt stavnhald, sum Pedagogfelagið stuðlar fult og heilt! Her er ongin ósemja av nøkrum slag.
Vit – pedagogar – hava útbúgvið okkum til starvið at fremja hetta stavnhaldið hjá Javna í Føroyum!
Men eg bleiv eitt sindur ivasamur, tá ið eg samanbar innihaldið í greinini við myndina, sum var knýtt at hesi góðu grein.
Kendi onkursvegna, at greinin hevði misálit á, at vit – pedagogar – ikki hava somu hugsjón, endamál ella treysti, sum Javni hevur havt øll hesi árini.
Eg hugsaði – Hví er ikki ein mynd fest at greinini av fíggjarmálaráðharranum, Jørgen Niclasen, ella av øllum landsstýrisfólkunum ella av – ja, tingmanning Fólkafloksins?
Fyrr – sum nú – vóru politikarar, sum ikki tóku hetta málið í álvara.
Jú, víst stuðla vit – pedagogar - Javna. Tað eru ikki vit, ið eru forðingin!
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur seg vera samda í krøvunum hjá Pedagogfelagnum!
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur alment stuðlað okkara krøvum! Stuðulin frá Anniku, landsstýriskvinnu, hava vit fingið á Facebook!
Vit ynskja at stuðla Javna! – og ynskja gott samstarv millum Javna og Pedagogfelagið!
Hugsjónirnar hjá okkum pedagogum og felagnum Javna kunnu illa skiljast!