Vit orka ikki fulla ferð ígjøgnum allan dystin

– Vit staðfesta eina ferð aftrat, at í altjóða dystum er ferðin á spælinum so ómetaliga høg, at spælararnir skulu brúka eina tíð til at umstilla seg til skjóta spælið, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.

Tað var ikki júst ein knústur landsliðsvenjari, sum vit hittu eftir dystin ímóti Sveis í gjárkvøldið, tí hann virkaði sera avkláraður við tær treytir, føroyska hondbóltslandsliðið hevur at spæla eftir, tá talan er um krevjandi altjóða dystir, sum í einari EM-undankapping.

– Hóast vit taptu, so kundi úrslitið enntá sæð munandi betri út. Høvdu vit skorað í síðsta álopinum, høvdu vit kanska bert verið fimm aftanfyri í staðin fyri sjey, tí teir fáa eitt mál skjótt aftaná. Var munurin fimm ár, hevði tað verið eitt gott úrslit, sigur Dia Midjord, sum saman við Kára Nielsen venur landsliðið.

Hann heldur, at føroysku spælararnir ikki dugdu at taka av, tá sveisararnir rættu eina hond út og mestsum bjóðaðu Føroyum inn í dystin, tá støðan var 9-10 og 10-11. Tá vóru føroyskir spælarar fríir við málmanninum tvær ella tríggjar ferðir á rað og málmaðurin hevði ta einu ferðina eina dupultbjarging, tá bara eitt mál var á muni.

– Vit staðfesta eina ferð aftrat, at í altjóða dystum er ferðin á spælinum so ómetaliga høg, at spælararnir skulu brúka eina tíð til at umstilla seg til skjóta spælið, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari.

– Tað terir øgiliga nógv upp á kreftirnar hjá okkum, og vit hava ikki nóg nógva orku til at spæla við fullari ferð tvær ferðir 30 minuttir. Men tíbetur bleiv tað gott ímóti endanum á dystinum, so alt í alt var úrslitið í lagi.

 

Armarnar niður

Eisini staðfestir Dia Midjord, at fært tú ikki málini í altjóða dysti, gongur tað øgiliga skjótt hin vegin.

– Tá vit hava skorað, nyttar ikki at koyra armarnar upp um høvd, tí tá ræður um at koma heimaftur at verja í stundini. Vit mugu læra, at tá bólturin er á veg ímóti málinum hjá teimum, so mugu allir spælarar – uttan sjálvur skjúttin – renna heimaftur, so teir ikki fáa hesi bíligu málini, sigur hann.

– Gera vit tað, kunnu vit kanska forða fyri einum stórum parti av øllum skjótálopunum, sum hesa ferð kostaðu okkum so nógv í serliga fyrra hálvleiki.

Viðvíkjandi seinna hálvleiki, so viðgongur Dia Midjord, at tað var rættiliga trupult at sleppa ígjøgnum ta kompaktu sveisisku verjuna at byrja við, men at hetta ikki gjørdist sami trupulleikin seinni.

– Tað er kanska tað, at vit hava nakrar stórar spælarar, sum kanska eru eitt sindur seinir eisini. Men tá vit koyrdu smærri og meira mobilar spælarar inn, sum orka at flyta seg, loysnaði upp hjá okkara monnum eisini, sigur landsliðsvenjarin.

– Lars L. Black hevur nakrar bjargingar og Levi Nybo kom eisini inn og hevði nakrar fínar bjargingar. Tað gevur okkum eisini møguleikan at koma upp. Og so haldi eg eisini, at sveisararnir vóru týðiliga troyttir ímóti endanum, sigur Dia Midjord, sum í morgun saman við restini av hópinum fór av landinum við kós ímóti Sveis, har seinni dysturin verður spældur leygarkvøldið.