Vit noyðast at halda fast

Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini er ikki samdur við oddamonnum í samgonguni um at avgerðin um at hava avlop á fíggjarlógini í 2016, kann sleppast

 

 

- Tað er neyðugt, at vit halda fast um ætlanina, at vit skulu hava javnvág á fíggjarlógini í 2016.

 

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, nú bæði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og onnur í samgonguni, mestsum hava kunngjørt, at tann ætlanin er slept.

 

Hann heldur, at tað er ov lætt, bara at viðurkenna, at vit klára tað ikki í 2016 og so bíða vit til í 2017.

 

- Vit eiga at halda fast í ætlanina um javnvág í 2016. Tað er avgerðandi fyri okkara samfelag, tí gera vit ikki tað, og alsamt økja skuldina hjá landskassanum, fara vit at renna okkum í eina rentufellu.

 

Bárður Nielsen ivast onga løtu í, at rentan fer at hækka.

- Tá verður ta dýrt fyri landskassan og samstundis verður minni til vælferðartænastur av ymsum slagi.

 

Bárður Nielsen vísur á, at vit skylda longu næstan seks milliardir.

 

- Bara fyri at rinda ta skuldina aftur eftir 20 árum, skulu vit hava 300 milliónir í avlopi á fíggjarlógini hvørt einasta ár.

 

- Harafturat kemur rentubyrðan - fyri ikki um at tala, hvat vit skulu gjalda, tá ið rentan aftur hækkar, sigur Bárður Nielsen.