? Hetta er ein spurningur um rættartrygdina hjá okkum øllum somlum. Tí noyðast vit at fara víðari við málinum.
Sigur Suni Joensen, formaður í Føroya Verkfrøðingafelag.
Tað, hann sipar til, er uppsøgnin av Jákupi Mørkøre, fyrrverandi leiðara á Landssjúkrahúsinum.
Hann heldur, at málið hevur so grundleggjandi týdning, at tað er neyðugt at fara so langt við tí, sum tað er neyðugt at fara, fyri at fáa tað lýst út í æsir.
Og sum tað sæst á greinini omanfyri, er tað greitt, at eftirsum allar royndir at loysa málið við fundum og samráðingum, endaðu úrslitaleysar, er tað nú gjørt av fara heilt í rættin við tí.
Og tað skilst á formanninum, at tey halda seg hava góð kort á hondini.
? Vit hava kannað tað skjalatilfar, sum er í málinum, og vit halda okkum hava gott at halda um, sigur formaðurin í Verkfrøðingafelagnum.
Stóran týdning
Suni Joensen sigur, at Verkfrøðingafelagið tekur málið í allar størsta týdningi.
? Tað er ikki rætt, at tað skal bera til at tveita fólk til hús, uttan veruliga orsøk, sama um talan er um ein leiðara, ella um onnur starvsfólk.
? Tí er hetta ein spurningur um rættartrygdina hjá okkum øllum somlum at fáa hetta málið lýst út í æsir.
Men hann leggur afturat, at fær Jákup Mørkøre viðhald í sakarmálinum, er tað harafturat serstakliga óheppið, at tað av øllum skal vera ein landsstýrismaður, sum ber seg soleiðis at, og sum leggur ein almennan leiðara undir bæði óloyalitet og ólýdni.
Óheftan kærustovn
Suni Joensen leggur afturat, at hetta málið er eitt gott dømi um, hvussu átrokandi neyðugt tað er við einum løgtingsins umboðsmanni, ella einum øðrum, óheftum stovni, sum borgarar kunnu kæra til, tá ið teir kenna seg órættvíst viðfarnar.
? Tá ið Jákup Mørkøre varð uppsagdur, bað hann Løgmann taka málið upp og kanna tað.
? Tað hevur Løgmaður eisini gjørt.
? Men tað bleiv ikki annað enn málið um Landsverkfrøðingin umaftur: ? Løgmaður fekk eina frágreiðing frá avvarðandi landsstýrismanni og hana tók hann til eftirtektar.
? Í hesum málinum hevur hann boðað Jákupi Mørkøre frá, at hann hevur fingið eina frágreiðing frá Helenu Dam á Neystabø, har hon metir, at alt er rætt framfarið.Og tað frágreiðingina hevur hann tikið til eftirtektar.
Sostatt hevur løgmaður einaferð enn kannað sín egna landsstýrismann, men onki kom burturúr.
? Tí er tað avgjørt neyðugt, at vit fáa ein púra óheftan kærustovn, sigur formaðurin í Verkfrøðingafelagnum.