Talið á føroyingum, sum koma í arbeiði, hækkar framvegis.
Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.
Men tað verður samstundis víst á, at talið hækkar ikki longur so skjótt
Hagstovan sigur, at í apríl í ár vóru 25.261 løntakarar í Føroyum.
Hetta er tað sama sum undanfarnu mánaðir í ár og tað merkir, at tað hava verið einir 25.250 løntakarar hvønn mánað í ár.
Hinvegin veksur talið á løntakarum, men vøksturin er ikki so stórur, sum hann hevur verið seinastu tvey árini.
Tað mesta, sum tað hevur verið av løntakarum í Føroyum, var um árskiftið 2007 og 2008, tá tað vóru 26.000 løntakarar í Føroyum.
Annars sigur Hagstovan, at í apríl í ár vóru 539, ella 2,2 prosent, fleiri løntakarar, enn tað vóru í apríl í fjør.
- Í fiski- og alivinnuni er ein lítil minking, tí nú eru 66 færri løntakarar í hesum vinnubólkinum, enn fyri einum ári síðani, meen hinvegin eru tað eini 200 løntakarar fleiri í hvørjum av hinum høvuðsvinnubólkunum.
Lutfalsliga størsti vøksturin er í byggivinnuni, har tað vóru stívliga 6 prosent fleiri løntakarar í apríl í ár, tað vóru fyri einum ári síðani.










