Vit mugu varðveita gomlu Havnina!

Levi Mørk,
formaður í byggi og býarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu

Eg fari í næstum at mæla umsitingini og byggideildini Tórshavnar kommunu til at broyta almennu byggisamtyktina fyri eldri og siðsøgulig sethús niðri í miðbýnum í Tórshavn. Vit hava mong dømi um, at eldri hús verða tikin niður ella broytt frá upprunaskapinum. Hetta er til deils í ordan, men vit mugu fáa skipað viðurskifti á økinum fyri at verja okkara sethúsamentan.
Til at broyta hetta krevst, at tað verður gjørt ein serstøk byggisamtykt fyri eldri og síðsøgulig sethús útfrá tí almennu byggisamtyktini. Hetta stig má takast. Tí vit í byggideildini fáa ofta umsóknir um, antin at eldri hús skulu rívast niður, umskapast frá uppruna ætlani. Ella er umsóknin upp á at nýggj hús skulu byggjast ístaðin.
Sjálvsagt skulu vit byggja nýtt og hava handilsgøtur, handilbygningar, ein skapandi og livandi miðbý. Tað hoyrur jú til ein bý. Men, tað skal vera eitt mark fyri, hvat vit loyva fólki at gera. Serliga tá ið talan er um søguligar bygningar og sethús.
Mær dámar best, um vit fletta okkara sethúsamentan við tað nýggja.
Ein máti at loysa hetta uppá er, at hava sama leist sum gomlu sethúsini úti á Reyni hava. Har tað áliggur fólkum at varðveita eldri húsini í upprúna skapi við atliti til siðsøgu, mentan, og byggilist.
Vit noyðast at varðveita ein part av okkara mentan, søgu og byggilist. Hetta kann gerast við einari heildarætlan yvir øll gomulu hús fyri eitt nú miðbýin í Tórshavn. Hetta uppskotið verður nú lagt fyri umsitingina og byararkitektin at arbeiða víðari við.
Síðan kemur málið til politiska kunnan og støðutakan.